Viðmerkingar til grein í Sosialinum um alduorkuverkætlan hjá Sewave

Grein í Sosialinum um alduorkuverkætlan hjá Sewave og almennan stuðul gevur okkum orsøk til at gera hesar viðmerkingar

Sum vit lesa greinina, undrast greinskrivarin á, at alduverkætlanin hjá Sewave møguliga ikki verður framd í Føroyum. Grundarlagið undir hesi undran tykist vera, at verkætlanin kundi verið við til at “..vit seta við og koma okkum inn í altjóða samfelagið, har tað ber nøkrum okkara til at vera við í fremstu røð á sinum øki. Eisini fyri at vísa umheiminum í verki, at Føroyar ynskja at átaka sær sín leiklut – eisini í altjóða gransking og menning.” Áskoðanin tykist sostatt vera, at grundarlagið fyri, at almennu Føroyar skulu luttaka (fíggjarliga) í verkætlanini, er fyri at koma inn í altjóða samfelagið og verða við í fremstu røð, umframt at vísa umheiminum, at Føroyar átaka sær sín leiklut.

 

Ætlanin við hesi viðmerking er ikki at meta um áskoðanina hjá greinskrivaranum. Hinvegin halda vit tað vera rætt at gera vart við, at tá eitt tilmæli frá Jarðfeingi verður umrøtt í greinini, er tað týdningarmikið, at umrødda tilmælið hjá Jarðfeingi verður sett í rætt høpi. Tí greinin kann geva lesaranum skeiva fatan av tilmælinum. Orsøkin til hetta man helst vera, at greinskrivarin ikki hevur tikið støðið í sjálvum tilmælinum, men í blaðgrein, har bert partur av tilmælinum kemur fram.

 

Greinskrivarin metir um verkætlanina í tí høpi, sum nevnt er omanfyri, meðan Jarðfeingi, sum fakmyndugleiki hava mett um verkætlanina í føroyskum orkuhøpi.

 

Jarðfeingi gjørdi á sumri í 2007 eftir áheitan frá Vinnumálaráðnum viðmerkingar til umsókn frá Sewave um stuðul til alduorkuverkætlanina. Sum stovnur, ið m.a. umsitur orkumál, gjørdu vit okkara viðmerkingar við støði í orkupolitiska uppritinum, ið var til aðalorðaskiftis í løgtinginum í februar 2007. Í høvuðsheitum vóru viðmerkingar okkara, at um tað almenna skal stuðla verkætlanini fíggjarliga við støði í orkupolitikkinum, eigur tað at verða við grundgeving í, at verkætlanin kann verða ein skilagóð íløga at fáa til vega orku, og/ella at hon er ein skilagóð granskingarverkætlan til frama fyri føroyska orkuveiting.

 

Sum íløga í at fáa til vega orku, mettu vit ikki grundarlag verða fyri verkætlanini. Fyribils íløguna við einari turbinu metti Sewave at vera uml. 40-45 mió. kr. Fyri tað kundi væntast ein el framleiðsla á 1 MWt árliga. Til samanberingar kann t.d. nevnast, at íløgur á uml. 20 mió. kr. í vindmyllur geva 7-8 MWt. Verða 8 turbinur settar upp, verður kostnaðurin fyri alduorkuverkætlanina mettur til uml. 100 mió. kr., og kann framleiðslan tá verða uml. 8 MWt.

 

Hin møguleikin er, at verkætlanin verður stuðlað sum ein granskingarverkætlan. Í okkara viðmerking verður hetta býtt sundur í tvey: gransking við orkuveiting til føroyskar samfelagið fyri eyga, ella føroyska gransking yvirhøvur.

 

Sum gransking við føroyskari orkuveiting fyri eyga, er vansin, at alduorka er óstøðug eins og vindorka, har vindorka tó hevur munandi fyrimun, tá tað kemur til kostnað.

 

Sum partur av gransking í Føroyum yvirhøvur, kann verkætlanin møguliga verða áhugaverd undir nøkrum fyritreytum.

 

Hetta var í høvuðsheitum tilmælið frá Jarðfeingi.