Sirið Stenberg
------
Góða Annika
Eg lesi altíð við áhugað tað, sum tú skrivar, og meira enn so kemur tað fyri, at eg kann taka undir við pørtum av tí tú førir fram. Soleiðis var eisini tá ið eg las greinina hjá tær á Vágaportalinum um, at børn og ung við sálarsjúku eiga at vera raðfest hægri og øðrvísi.
Greinin byrjar so væl við at vísa á hvussu gott tað er, at tað nú er tikin politisk avgerð um at byggja nýggjan psykiatriskan depil. Hetta vænti eg at allir føroyingar fegnast um. So er at vóna at politiska avgerðin verður gjørd til verðuleika, og ikki bert er frammi í tíðini tí tað stundar til val !
Talið á børnum sum standa í bíðirøð til barnapsykiatriska viðgerð og útgreining er alt ov stór, og tað vísir tú eisini á og kemur við uppskotum hvussu hetta kann loysast. Tað er eisini gott, men tá ið tú so víðari metir bestu loysnina vera at seta sálarfrøðingar at arbeiða í skúlunum, so er tað at eg ikki heilt eri við meir. Og hetta hevur onki við sálarfrøðingarnar at gera, men argumentini fyri hví tú vilt seta teir inn i skúlan at arbeiða. Tú skrivar í greinini at ”tað er ein sannroynd at skúlasjúkrasystrarnar ikki hava teir neyðugu psykologisku førleikarnar at meta um at geva næmingunum neyðugu hjálpina” Sanniliga ein pástandur ið vil nakað !
Hertil skal eg kunnað um at skúlasjúkrasystrarnar, sum í dag eita heilsufrøðingar, fyrst eru útbúnar sjúkrarøktarfrøðingar, síðan hava tær starvsroyndir á barnaøkinum umframt, at tær allar hava eina víðariútbúgving við sergrein í fyribyrgjan og heilsufremjan á smábarna og skúlaøkinum.
Fyribyrging
Tað er jaligt at tú hugsar fyribyrging, tí tað er sjálvsagt rætti hugsunarhátturin, soleiðis at fyriskipanir og onnur fyribyrgjandi átøk, kunnu vera settar í verk so tíðliga sum gjørligt, soleiðis at trupulleikin ikki sleppur at vaksa seg yvirhonds stóran, sum einans kann darva barninum á lívsleiðini, og minka um lívsgóðskuna.
Fyribyrging byrjar ikki í skúlaárunum, men við at finna fram til teir faktorar sum ávirka menningina hjá barninum neiliga, so tíðliga í lívinum sum tilber. Tað kann vera trupult at vísa á akkurát hvørjir hesir faktorar eru, men tú nevnir sjálv narkar, herímillum viðføddir eginleikar, siðamisbrot og ov høg krøv til barnið.
Væntandi sosialpolitikkur
Um tað skal geva meining at tosa um fyribyrging skulu vit byrja við at hugsa um barnið longu í viðgongutíðini. Vit hava so at siga ongan sosialpolitik, men ”seta okkurt í verk” so hvørt sum onkur trupulleiki verður alt ov sjónligur. Eg eftirlysi verðuligum sosialpolitikki sum hugsar í heildum og byrjar við barnakonuni, familjuni, og so framvegis. Hvørjar fortreytir eru tað í nøkur av okkara børnum vera fødd inn í ??
Barnsburðarfarloyvi er ov stutt
Tídningarmiklasti faktorurin fyri góðari sálarligari heilsu er at barnið fær tryggar stabilar relatiónir til foreldrini fyrstu 3 liviárini. Hetta er staðfest í gransking og vísti t.d danski sálarfrøðingurin Niels Peter Rygaard, sum júst hevur verið í Føroyum og havt skeið á hetta, og kundi hann somuleiðis vísa á at um henda relatión ikki var nóg sterk hevði barnið 50 % hægri títtleika fyri seinni í lívinum at enda í psykiatriska viðgerðarsysteminum. Hetta er vitan í vil nakað ! Og tó, so eru vit ikki komin longri fram á leið enn at vit sum samfelag hava ásett at 30 vikur til barnsburðarfarloyvi. Her skuldi verið nakað at arbeitt víðari við um hugsunarhátturin er fyribyrging.
Langur bíðlisti = góður førleiki at uppspora
Tað synist mær so øvugt at tú knýtir ein langan bíðlista við manglandi førleikar at finna børnini við sálarligum trupulleikum. Er hetta ikki tekin um júst tað øvugta, at børnini vera funnin, men tað tað strandar víðari frammi í systeminum tá ið tað kemur til viðgerð ? Hevði tað ikki verið skilabetri at sett ínn í viðgerðarliðnum umframt við fyribyrjgandi átøkum á smábarnaøkinum ?
Vísandi til ársfrágreiðingina hjá Barnaverndarstovu Føroya fyri 2010 so er staðfest at heilsufrøðingarnar eru tann starvsbólkur ið sendir flestar fráboðanir til barnaverndartænastunar kring landið. Víðari verður staðfest at nógvar av hesum fráboðanum snúgva seg júst um sálarligar trupulleikar við umbøn um sálarfrøðiliga hjálp. Tað kundi verið áhugavert at vita um nøkur hagtøl vóru fyri fráboðanir til Sernám, men hesar er ikki eydnast mær at finna.
Heilsufrøðingar skulu veita øllum børnum í Føroyum tænastu
Heilsufrøðingarnir arbeiða sambært lógum og kunngerðum við ásettum kriterium um hvørja fyribyrgjandi heilsutænastu øll børn í Føroyum hava rætt til. Hóast hetta kann eg kunnað teg um, at tað seinasta heyst vóru 14 skúlar í Føroyum sum ongan heilsufrøðing høvdu, og tískil hava hesir næmingar onga heilsufrøðiliga tænastu fingið. Tù skrivar um at renna undan ábyrgd, men her eru nøkur sum renna skjótt. Hava politikkarir ikki ábyrgd av at tey lógartryggjaðu rættindini sum børnini hava á tænastum vera uppfylt áðrenn nýggj tiltøk vera sett í verk ?
Við at hava eina væl skipaða fyribyrgjandi heilsutænastu til øll børn í Føroyum er eitt gott grundarlag lagt fyri at tryggja at trupulleikar vera funnir tíðliga umframt, at tað ber til at fyribyrgja ávísum skeivleikum í menningini so tíðliga í lívinum sum tilber. Verður spart í fyribyrgjandi partinum, so kunnu vit vera vís í at nógvir trupulleikar fara at taka seg upp, sum so ad hoc vera ”loystir” og áðrenn vit hava vent okkum so eru so nógvir fagbólkar um børnini, at tað í fleiri førum kann gera støðuna verri enn frammanundan. Vánlig ella ov lítil fyribyrging er við til at skapa størri viðgerðartørv, tað er staðfest.
Tú vísir til skúlabørnini, men mær vitandi skulu allir skúlar hava fast tilkyti til sálarfrøðing hjá Sernám. Hevur tú tryggja tær at hesi hava góðar treytir at virka undir ? ella eru tey í somu støðu sum heilsufrøðingarnar ?
Eg sigi ikki at heilsufrøðingar kunnu frelsa alla verðina. Sjálvsagt skulu teir samstarva tvørfagliga og ávísa víðari, og tað meti eg eisini verður gjørt. Sigi heldur ikki at fyribyrgjandi arbeiði sum í dag verður gjørt ikki átti at verið endurskoða og ment enn meir.
Ongin fagbólkur ”eigur” børnini, men øll eiga vit skylduna at hjálpa teimum
Góða Annika, verð viðvirkandi til at fáa tað arbeiði sum longu er í gongd at virka, áðrenn tú mælir til at seta nakað nýtt í verk.