Endamálið við hesum viðmerkingum er ikki at øsa støðuna á Føðideildini enn meiri, men bert at átala okkara fyrrverandi leiðara, Anniku Hoydal, fyri at koma við so niðrandi útmeldingum um okkara dagliga arbeiði á deildini.
Sjálvandi fær Annika Hoydal tí væntaðu reaktiónina frá sínum starvsfólki, antin í fjølmiðlum ella á arbeiðsplássinum, tí hon nú eftirfylgjandi stingur helvtina av sínum starvsbólki knívin í ryggin, við ákærum, sum eru fullkomiliga vitleysar.
Vit hava nú havt eina felagsleiðslu í 1 1/2 ár, og tað er sjón fyri søgn, hvussu tað hevur gingið. Tað eru heilt vist fleiri ymiskar orsøkir til, at hesin bygnaðurin á deildini ikki hevði lív lagað.
Annika Hoydal varð sett sum leiðari á deildini fyri 1 1/2 ári síðan, meðan táverandi leiðarin noyddist frá. Annika Hoydal hevur sostatt verið deildarleiðari bæði fyri ljósmøðurnar og sjúkrarøktarfrøðingarnar alt hetta tíðarskeiðið, og hevur sostatt kunnað gjørt sín hugburð galdandi á deildini.
Tað, sum tí undrar og harmar okkum er, at okkara deildarleiðari eftirfylgjandi ákærir tí bólkinum, sum eitur sjúkrarøktarfrøðingar á Føðideildini fyri, m.a. at vit við okkara arbeiðshátti, máa sjálvsálitið hjá mammuni burtur. Hesar skuldsetingar meta vit at vera so mikið grovar, at vit ikki kunnu hava hesar sitandi á okkum og meina tí at hesin framferðarhátturin hjá okkara fyrrverandi leiðara Anniku Hoydal er átaluverdur.










