Viðmerkingar frá KSF til løgtings fíggjarlógina 2013.

Seinni partur

Gunvá við Keldu, Forkvinna, Kommunusamskipan Føroya
-----



Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2013 gera landsmyndugleikarnir seg enn einaferð inn á kommunala geiran. Millum verða brúkaragjøldini hjá kommununum á barnaverndarøkinum meira enn tvífaldað.
Brúkaragjøld fyri samdøgursstovnar á barnaverndarøkinum
Sambært fíggjarlógaruppskotinum verða gjøldini, sum kommunurnar gjalda, tá ið børn verða innskrivað á samdøgursstovnar hjá landinum uttan nakra sakliga grundgeving tvífaldað.
Hetta er greitt brot á ta avtalu, sum varð gjørd millum land og kommunur í november 2005 í samband við, at kommunurnar yvirtóku stóran part av barnaverndarøkinum. Somuleiðis er hetta greitt brot á meginregluna um, at tann, ið valdar á einum øki, eisini heldur útreiðslurnar.
Tá ið uppgávu og ábyrgdarbýtið millum land og kommunur á barnaverndarøkinum varð broytt í 2006, vóru frammanundan drúgvar samráðingar millum land og kommunur um, hvussu fíggjarliga uppgávubýtið skuldi verða. Semja var um, at kommunurnar yvirtóku alt barnaverndarøkið uttan samdøgursstovnar og útreiðslurnar í sambandi við høvuðsbarnaverndina. Grundað á hetta varð semja gjørd millum Fíggjarmálaráðið og kommunufeløgini. Avtalan, ið var undirskrivað av táverandi fíggjarmálaráðharra Bárði Nielsen, formanninum í KSF, Rodmundi Nielsen, og forkvinnuni í FKF, Rósu Samuelsen, staðfesti, at kostnaðurin av útleggingini svaraði til 1,1 % í skatti ella 56 mió. kr. Somuleiðis varð staðfest, at landsskatturin skuldi lækka við 1,1%, samstundis sum kommunurnar kundu hækka kommunuskattin samsvarandi, uttan at einstaki skattaborgarin merkti nakað til broytingina. Í hesum sambandi var eisini avtalað, at kommunurnar skuldu gjalda eina minni symbolska upphædd, tá ið børn vórðu innskrivað á samdøgursstovnar hjá landinum. Hetta var millum annað gjørt fyri, at kommunurnar ikki skuldu halda seg aftur við at nýta stovnstilboðini, men fremst av øllum var hetta gjørt fyri at halda seg til meginregluna um, at tann, ið valdar á einum øki, eisini heldur útreiðslurnar, sum standast av økinum.
Við fyriliggjandi uppskoti um broyting í brúkaragjøldum nærum tvífaldast gjøldini hjá kommununum, og kommunurnar halda nú ein stóran part av útreiðslunum á einum øki, sum tær hvørki hava innihaldsligu ella fíggjarligu ábyrgdina av. Hinvegin kann Almannamálaráðið økja útreiðslurnar á hesum økið ótálmað, uttan at játtanarmyndugleikin, løgtingið, gevur hesum gætur, tí sum verða man eru tað kommunurnar, sum standa eftir við rokningini, ímeðan nettoútreiðslan hjá landinum stendur í stað.
Kommunusamskipan Føroya metir, at Almannamálaráðið við hesum greitt ger seg inn á ta avtalu, sum var gjørd millum land og kommunur, tá ið barnaverndarøkið var lagt kommununum, umframt at hetta er grundleggjandi brot á meginregluna um, at vald og gjald skal fylgjast.
Kommunusamskipan Føroya stúrir samstundis fyri, at hetta avtalubrot kann hava við sær negativar avleiðingar fyri tað samstarv, sum er millum land og kommunur um at leggja eldraøkið út 1. januar 2014. Í ringasta føri kann hetta vera við til at steðga tí annars positivu tilgongdini, sum hevur eyðmerkt arbeiðið.
Harumframt er kommunurnar framhaldandi ikki kunnaðar um, hvussu landsstýrið ætlar at kompensera fyri tær inntøkur, sum kommunurnar framyvir koma at missa orsaka av tí broyting, sum fór fram í samband við skattingina av pensjónum.
Hendan kassahugsanin er eisini við til at forfjóna fíggjarliga ábyrgdarbýtið millum land og kommunur. Útreiðslurnar hjá landsins stovnum fáa loyvi til at vaksa ótálmað, uttan at játtanarmyndugleikin gevur sær far um hetta. Útreiðsluvøksturin verður fjaldur við at senda øðrum myndugleikum, í hesum førinum kommununum, rokningina.

Kommunusamskipan Føroya vónar, at løgtingsins fíggjarnevnd kennir ábyrgd í hesum máli og krevur, at Almannamálaráðið ger neyðugu broytingarnar, soleiðis at brúkaragjøldini ikki vaksa komandi ár.

Kommunusamskipan Føroya hevur annars í brævi til landsstýriskvinnuna í almannamálum dagfest 8. oktober 2012, boðið seg til at fara í samráðingar við Almannamálaráðið, við tí fyri eyga at yvirtaka samdøgursstovnarnar frá landinum.