<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ - Skjóta spælið sigrar
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Venjarin hjá H71, Kári Durhuus, var sum vera man ovurfegin yvir góðu byrjanini, sum unga liðið hjá hoyvíkingum hevur fingið upp á kappingina.
- Hetta var akkurát tann rætta byrjanin. Verjan koyrir væl, og so stendur Levi ein sera góðan dyst í málinum. Harafturat er tað av stórum týdningi, at okkara verja fangar stóru skjúttarnar hjá KÍF, og tað megna vit til fulnar í dag.
At enda fegnast hann um, at liðið hevur fingið so góða byrjan, tí hann sigur tað vera sera týdningarmikið, at teir ungu spælararnir koma væl í gongd. Hann er eisini sera glaður fyri, at ein leikari sum Dánjal Tórgarð vísir so gott spæl í sínum fyrsta dysti í 1. deild.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ - Alt gekk galið
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Ein av frægu leikarunum hjá KÍF henda dagin var Karl Johan Djurhuus. Hann heldur, at alt gekk illa hjá KÍF sunnudagin.
- Tað gekk alt av hundanum til. Menn eru bangnir fyri at taka ábyrgd, og okkara álopsspæl gongur ov nógv inn yvir miðjuna í dag. Teirra miðverja stóð væl, og tí gjørdist hetta sera trupult. Haraftur renna vit alt ov illa aftur, tí fáa teir so nógv mótálop.
Hann sigur tó at enda, at hetta er ikki tað, sum fólk skulu vænta at síggja frá KÍF. Hann sigur, at liðið kemur sterkt aftur næsta dyst.










