Handilin við partabrøvunum fór fram í fullum opinleika og varð fráboðaður virðisbrævamarknaðinum í summar, eftir at nevndin hevði fingið góðkenning frá felagsins regluvørði at fremja handilin. Heimildina at keypa fyri 10 prosent í yvirkursi, ið svaraði til 230.000 kr., hevði nevndin í viðtøkunum hjá felagnum.
Viðvíkjandi virðisásetingini metti nevndin, at av tí, at nærum ongin umsetningur var í partabrævinum hjá felagnum, var partabrævið meira vert, enn dagskursurin á 219 vísti. Innara virðið í felagnum svaraði eisini til umleið kurs 240. Nevndin metti eisini, at tørvandi umsetningurin stavaði m.a. frá óvissuni um framhaldandi einskiljing av felagnum, sum annars var sett út í kortið, tá íleggjarar settu pening í felagið upprunaliga.
Avgerðin um at keypa partabrøvini varð tikin, tí nevndin metti, at keypið avgjørt var í felagsins áhugamálum. Leiðsla felagsins ynskti at umskipa síni ognarviðurskifti og hevði í umbúna at selja síni partabrøv til ein av stóru partaeigarunum í felagnum. Hetta helt nevndin vera óheppið, tí spurnartekn kundi fara at verða sett við óheftnið hjá leiðsluni.
Nevndin gjørdi tí av at keypa helmingin av partabrøvunum og gjørdi eina nýggja management-avtalu við leiðsluna, sum knýtti hana tættari at felagnum. Felagið stóð í juni í fjør fyri sera nógvum og stórum avbjóðingum, sum allar kravdu fullan innsats bæði frá nevnd og leiðslu, og á hendan hátt vildi nevndin skapa stabilitet í felagnum.
Eftir at nevndin fyrstu ferð hevði kunnað Vinnumálaráðið um málið, vendi ráðið sær til ein eksternan serfrøðing í partafelagsrætti at fáa viðmerkingar um handilin.
Serfrøðingurin mælti tann 27. juni 2008 Vinnumálaráðnum frá at fremja nøkur rættarstig mótvegis nevndini. Eisini mælti serfrøðingurin Vinnumálaráðnum frá at kalla inn til eykaaðalfund til val av nýggjari nevnd. Í staðin mælti serfrøðingurin Vinnumálaráðnum til at biðja nevndina fyri Atlantic Airways um eina frágreiðing um málið.
Tann 3. juli 2008 gav nevndin fyri Atlantic Airways Vinnumálaráðnum eina skrivliga frágreiðing um málið. Eftir hetta fekk nevndin tann 31. juli 2008 fráboðan um, at frágreiðingin hjá nevndini var tikin til eftirtektar, og at Vinnumálaráðið sum høvuðspartaeigari felagsins ikki ætlaði at taka onnur stig í málinum.
Nevndin hevur eisini givið teimum stóru privatu partaeigarunum í felagnum eina frágreiðing um málið. Sum úrslit av hesum sendu fleiri av stóru privatu partaeigararnir tann 26. og 27. juli 2009 skrivliga fráboðan til Vinnumálaráðið um, at teir tóku fult undir við avgerðini hjá nevndini um at keypa nevndu partabrøv, samstundis sum viðkomandi partaeigarar viðmerktu, at bæði nevnd og leiðsla høvdu teirra fulla stuðul.
Í Kringvarpi Føroya hava danskir serfrøðingar úttalað seg um málið í seinastuni, men eftir nevndarinnar áskoðan kenna hesir serfrøðingar ikki umstøðurnar hjá Atlantic Airways og umstøðurnar við eitt nú vantandi umsetningi og prísáseting í partabrævinum seinasta summar.
Nevndin fyri Atlantic Airways metir hetta mál at vera avgreitt og ætlar sær ikki taka fleiri stig í málinum.
Tó metir nevndin tað vera sera týdningarmikið fyri felagið og tess íleggjarar, at politiski spurningurin um framhaldandi einskiljing verður avgreiddur, og at mannagongdirnar millum felagið og høvuðspartaeigaran verða lagdar í trygga legu, so tær samsvara við ásetingarnar fyri feløg skrásett á partabrævamarknaðinum.