Flokkar og persónar hava lagt dent á ymiss viðurskifti til tess at blíva valdir í tingið.
Summi hava lovað, at fiskidagarnir ikki skulu gerast færri í hesum valskeiðnum. Hesi hava, sum tað sær út, gjørt eitt gott hál, og eru komin syngjandi inn.
Tey hava fingið atkvøður úr økjum har fiskivinnan verður rikin. Fiskivinnan, sum er í sandasorli, tí vit hava ov nógvar fiskidagar. Tænastan sum hesir politikkarar geva sínum veljaraum, má av sonnum sigast at vera ein Bjarnatænasta.
»Vel okkum! So verða fiskidagarnir ikki færri.« var sloganið. Trupulleikin er, at vit fiska ikki fiskidagar. Vit fiska fisk. Og fyri at fáa nógvan fisk, mugu fiskastovnarnir verða só stórir, sum møguligt. Fiskastovnarnir, serliga Toskastovnurin eru níðurpíndir av ov nógvum fiskidøgum .
Úrslitið er at veljararnir fáa nógvar fiskidagar, men ongan fisk og onki livibreyð.
Ein kann siga at nøkur fá valevni fingu eitt livibreyð, meðan veljarar í hópatali fingu armóð.
What a mess!!