Viðmerking til tíðindaskriv frá Meginfelag Sjúkrakassa Føroya

Síðani eg gjørdist 16 ára gamal havi eg verið limur í einum »felag«. Tað óvanliga við hesum limaskapi er tó, at eg ikki gjørdist limur av fríum vilja, men varð tvungin uppí.
Havi roknað meg fram til at hava goldið hesum »felag« uml. 100 túsund krónur í limagjaldi higartil.

Hvussu nógvan ágóða eg havi fingið afturfyri veit eg ikki, men tað man helst verða niðan fyri 10 túsund krónur.
Havi tó goldið gleðiliga øll hesi árini, tí onnur enn eg sjálvur helst hava fyrimun av hesum samhaldsfasta limaskapi.
Mítt »felag« hevur gjøgnum árini savnað saman uml. 40 mill. krónur. Og nú ætlar landsstýrismaðurin sær at taka hesar pengarnar frá mínum »felag« at seta í eitt annað »felag«, har eisini øll skulu verða limir.
Í tíðindaskrivinum siga tit: »at allir limir í sjúkrakassanum hava fullan rætt til at varðveita sín limaskap í sjúkrakassanum, tá hesir eftir ætlan skulu halda áfram á privatrættarligum grundarlagi«.
Tit siga, at tit ætla at brúka m.a. mínar pengar til at seta á stovn ein privatan sjúkrakassa, sum eg tíverri ikki havi ráð til at verða limur í, tí nú verði eg noyddur at rinda til nýggja »felagið« hjá landsstýrismanninum.
Við øðrum orðum fáa tit bert limir, sum fíggjarliga eru soleiðis fyri, at hesi hava ráð at rinda til bæði »feløgini«.
Hvat viðvíkur ognarrættin til hesar 40 mill. siga tit: »at tað beinleiðis stendur í lógini, at ognirnar hjá sjúkrakassanum ongantíð kunnu býtast út millum limir felagsins!«
Men tit siga einki um, hvat teir annars skulu nýtast til uttan at teir skulu brúkast til stovnsfæ til nýggja privata sjúkrakassan! (40 mill. til stovnan- og nevndarlimir?)
Tað løgna í øllum hesum málinum er, at Meginfelagið hevur í nøkur ár vita av ætlanini at stovna almennu heilsutrygdina fyri allar landsins borgarar, nústaðni ger vart við seg.
Eg mótmæli, at mínar inngjaldingar í meira enn 40 ár nú møguliga verða brúktar til at stovnseta ein privatan sjúkrakassa, sum eg ikki havi ráð til eisini at verða limur í!