Viðmerking til Rúna Hentze, løgtingsmann

   

Tygun tosað nógv um, at nakrir partrolarar, sum komu í tann føroyska flotan nýliga, øktu um veiðitrýstið. Eg havi ikki hoyrt teg tosað ella sæð teg skrivað um, at ein útróðrarbátur í Skopun knappliga fekk egningarmaskinu umborð fyri nøkrum árum síðani, men tað økti vælsagtans eisini um veiðitrýstið, enntá inni á økjum, sum smábátarnir royna á.