Jóhan F. Magnussen
Landsstýrismaðurin í kirkjumálum, Jógvan á Lakjuni, førdi fram á fundi hjá Felagnum fyri Kirkjuráðslimir, at tað er stór skom fyri føroyingar at útsetta yvirrtøkuna av Fólkakirkjuni.
Hann hevur helst lovað meira enn gott er yvirfyri Bertel Haarder.
Nei, Jógvan. Tað er eingin skom í tí. Danir kenna væl, hvussu seint lógarverkið í Føroyum gongur.
Vit, sum standa á síðulinjuni fáa ikki nógv innlit í tað arbeiðið, sum er farið fram hesi nýggju árini.
Eg má siga sum fyrrverandi formaður og nú kirkjuráðslimur, at vit hava fingið lítið at vita, inntil nú, tá ið bumban brast leygardagin 17/03/2007 á fundi hjá Felagnum fyri Kirkjuráðslimir.
Har kom fram, at fylgibólkurin og annað ikki riggar, sum tað skal.
Nú er so tíðin komin til at nýggjur bispur ella bispar skulu veljast. Tað kann skjótt standast stríð í Føroyum, hvar teir skulu plaserast í Føroyum.
Hvussu við kirkjunum, prestagørðunum, og allari viðlíkahaldsskipanini? Har fáa vit lítið at vita. Um tú spyrt, so er svarið, at ”tað verður, sum tað verður”, men tað er einki svar.
Nú eru kirkjur farnar at søkja eftir organisti í bløðunum. Organistur er ikki hvør sum helst, so tað eru nógv ógreið mál, sum skulu takast støðu til, nú kirkjan skal yvirtakast.
Nú kirkjumál eru so ógreið, er best at sleppa yvirtøkunum nú og halda fram við at gera eina føroyska kirkjulóg.
Miðvágur 19/03/07