Viðmerking til Jógvan Jespersen, ÚF-stjóra

   

Súni Selfoss
starvsfólk í ÚF og
nevndarlimur í Starvsmannafelagnum

?????
Í samband við grein, sum stendur í seinasta Starvsblaðið hevur tú »Aftursvar til Starvsmannafelagið« í Dimmu og Sosialinum 06.10.2004
Í greinini sigur tú millum annað:
Vit hava bara livað í tí trúgv, at felagið hevur góðtikið hesa mannagongd. Ein av nevndarlimum felagsins er í starvi í ÚF, og tí hava vit tikið sum givið, at viðkomandi ella okkurt av álitisfólkunum gjørdi vart við seg, um felagið ikki góðtók ta mannagongd, sum hevur verið brúkt, og sum øll hava kent.
Her má eg koma við eini rættleiðing til tín Jógvan Jespersen, tí tað er ikki rætt, at eg ikki havi gjørt vart við starvsetanarpoli-tikkin hjá Útvarpinum, og tað vita tey flestu ið starv-ast í ÚF.
Í rættuliga nógvum førum, - kanska ikki øllum -, havi eg tikið málið upp við teg, bæði tá eg var álitisfólk og nú eg eri nevndarlimur í Starvsmannafelagnum.
Men sum teimum flestu kunnugt er ikki so lætt at treingja ígjøgnum ella koma í ein dialog við teg, tí sama svar kemur so at siga hvørjaferð, »Tað er ikki tað sama at fáa starvsfólk til útvarpsarbeiði sum onnur almenn arbeiði«.
Tað er ein vánalig undanførsla, at geva mær og álitisfólkunum skuldina fyri, at tú ikki heldur sátt-málan. Tú veitst, at á hvørjum ári er summarferia, tú veist, at starvsfólkini skulu hava sína feriu, og tú veist, at skal ÚF senda summarskránna, so hevur tú brúk fyri avloysarum og tú veitst eisini, at øll størv skulu lýsast leys!
So einfalt er tað.
Eitt annað er so, at í nógvum førum verða tey (avloysarar og fyribils sett) verandi í starvi eftir at av-loysaratíðin ella fyribilstíðini er farin. Tað haldi eg ikki tú skal harta okkum fyri at so er. Og her eru eisini greiðar ásetingar í sátt-málanum.
Tú ert ein av teimum fáu stovnsleiðarunum, sum ikki virðir tann almenna starvssetanarpolitikkin, sum Lønardeildin eisini metir, er eitt krav og at hann (starvssetanarpolitikkurin) skal haldast.
Men vit kunnu nú hóast alt fegnast um og staðfesta, at tú framyvir fer at halda teg til sáttmálaásetingarar!