Gordon Ejdesgaard
Fyrst er at siga takk fyri eitt gott og áhugavert arbeiði sum fyrra Flaggdagsálitið er. Havi ikki so nógv at viðmerkja til sjálvt uppskotið til Stjørnarskipan Føroya, men meira um tann partin av álitinum sum eitur Skipanin. Sjálvur lesið eg álitið soleiðis, at lógarteksturin er vorin til, sum m.a. úrslit av kjakinum í partinum Skipanin.
Grundgevingarnar fyri eini stuttari Stjørnskipan eru sera greiðar, og niðurstøðuni eri er samdur í. Ein ikki ov stutt, men heldur ikki ein Stjørnskipan sum fer í smálutir. Hetta hevur hepnast í uppskotinum.Vandin fyri politiskum paragraffpedantarí gerst minni, færri og breiðari formuleringarnar eru í lógartekstinum. Gott samsvar millum ætlan og úrslit, sæð frá einum teoretiskum, men ikki minst praktiskum sjónarmiði. Søguliga gjøgnumgongdin av møguleikunum og grundgevingar er spennandi lesnaður- áhugavert og vælskriva.
Men tað kemur óiva, í praksis, at taka væl av tol og tíð at implementera hesa - ella líknandi- sannførandi í praksis. Og aftur hinvegin- ein Grundlóg, sum man vera frægari ella rætta orðið- er ikki nakað sum verður soleiðis skrivað og implementerað her og nú. Talan er um at leggja høvuðskarmar fyri politisku skipanini. TA9 grundleggjandi fundamentið undir tjóðini.
Vit sita tó eftir við m.ø. tí trupulleika, sum formaðurin Jóan P. Joensen greiðir frá. Ein kann bera ótta fyri at tjóðskaparmótpartarnir skerpa klørnar. Og kanska kinkur kemur í. Eftir míni meta hava vit júst ein høvuðstrupulleikan her. Hin høvuðstrupulleikin er um vanligi føroyingurin sær nakra nyttu av eini nýggjari Stjørnarskipan. Bert heitið Stjørnarskipan hevur ikki sama dám og tign sum orðið Grundlóg. Ikki enn í hvussu er. Her er gjørdur ein málsligur kiksari, sum kann koma okkum aftur um brekku.
Hvar er forrestin logikkurin við eini Grundlógarnevnd, sum skuldi gera uppskot til Grundlóg, men sum nú ger uppskot til Stjørnskipan. Vanligi føroyingurin man uttan iva spyrja eftir muninum. Eru fólk eitt sindur ørkymla, skilji eg tað væl. Eg eri í hvussu er.
Harnæst er tað ein spurningur um materialistiski føroyingurin ikki hevur annað at hugsa um enn&enn eina lóg.
Komandi uppgávan er ikki nakað, sum bert eigur at ganga fyri seg innan tinggátt. Men eg eri bangin fyri, at tað gerst veruleikin. Fáa vit ikki broytt formidlingina av Stjørnskipan Føroya til annað enn at geva bøkur út fyri tey fáu, sær ikki gott út. Jú fleiri bøkur, verri verður. Tess fleiri uppskot torskildari verður. Hetta er beinleiðis í mótsøgn við princippið stutt og greitt, sum sjálvt uppskotið til Stjørnskipanina m.a. byggir á. Tó skal sigast at Grundlógarnevndin ikki kann gera annað, enn henni er álagt.
Her er ein beinleiðis kunningartrupulleiki. Tað er fultkomuliga órelistisk at vænta, at fólk- hóast ókeypis bøkur- lesa slíkan tungan lesna. So her skulu aðrir bollar í suppuna, um tað er til at skilja, góðu menn. Hvør er so uppgávan í praksis: jú, at selja Stjørnskipan Føroya til okkara, so vit skilja, hvør hon er. Sum er, sær tað nakað vónleyst út, skal eg viðganga. Og enn havi eg ikki møtt nøkrum, sum við vissu kundi greiða frá, hvat veruliga gongur fyri seg. Onkur helt fyri: Jamen vit hava eina Grundlóg, hvat skulu vit við tveimum? Og tað er rætt. Fáa vit okkara, so hava vit væl tvær, so leingi vit eru partur av Danmark. At tað so ikki er heilt óvanligt at hava tvær grundlógir, ger ikki okkara støðu einfaldari.
Gamaní at halda ráðstevnur fyri teimum, sum hava áhuga og vita hvat tað snýr seg um. Men hvat við meirilutanum, sum møguliga er troyttur av politiska kjakinum og keglinum. Her hava vit kanska størstu PR- uppgávu í Føroya søgu. Henda uppgáva liggur á borðið løgmans.