Marjun í Kálvalíð og Bergtóra Høgnadóttir Joensen
vegna sosialráðgevafelagið
Viðmerkingar frá Sosialráðgevarafelag Føroya til sendingina Føroyar í dag tann 13.12.05.
Sendingin var um fólk sum gerast sjúk og missa førleikan heilt ella lutvís, og tær avleiðingar sum standast av hesum.
Fyrst takk fyri at Útvarpið tekur hendan táttin upp. Vit, sum fakbólkur meta hetta at vera eitt sera stórt og týdningarmikið øki, sum ikki er nóg væl lýst, og sum fá geva sær far um, um ikki tey sjálvi ella onkur avvarðandi verður raktur.
Eingin ivi er um, at hetta at gerast sjúkur ella at koma út fyri eini vanlukku og tessvegna fáa skerdan førleika, hevur sera víðfevndar avleiðingar fyri tann persónin tað rakar og ikki minst avvarðandi teirra.
Sosiala trygdarnetið
Okkara samfelag hevur eitt sosialt trygdarnet, sum er ætlað at lofta hesum fólkum, tá ið á stendur, men hetta kann eisini gerast ein tungur burður, sum vit hoyrdu í sendingini.
Politiskt er lóggivið á hesum øki, men vitanin hjá politikarum okkara um hetta evni, sýnist ikki at vera nóg holl og raðfestingin enn minni.
Hóast lóggávan í dag fær hjálpt nøkrum teirra sum vera rakt av sjúku ella skaðatilburði eru tíverri eisini mong, sum ikki verða loftað av trygdarnetinum.
Hvussu er støðan í dag?
Tað er í dag soleiðis, at tá fólk gerast sjúk er møguleiki at fáa sjúkradagpening í í mesta lagi 40 vikur - um tú hevur arbeiðið ella fært veiting frá ALS tá tú gerst sjúkur.
Tá sjúkradagpeningakvotan er nýtt, dettur tú í næsta trygdarnet, sum er forsorg. Alt gott um tað, men hevur tú ein hjúnarfelaga, sum hevur eina miðal inntøku og tískil skal forsyrgja tær, fært tú ongan pening frá tí almenna.
Harvið er støðan nú hon, at tú hevur verið fyri óhappi, hevur mist títt starv, tína inntøku og fakligan identitet og nú skal tú forsyrgjast. Afturat hesum kemur at sjúka og skaðatilburður mangan føra við sær eykaútreiðslur sum t.d. til heilivág. Ivasamt er kanska um familjan kann vera verandi í húsum sínum og børnini og familjan sum heild fáa als ikki teir møguleikar, sum tey eru von við. Eingir biograftúrar ella møguleiki at ganga til ítrott og námsferðin saman við flokkinum verður av ongum. So sum heild verður hin sjúki og øll familjan við meint rakt, tá sjúka ella skaðatilburður kemur uppí. Sum onkur sigur Tað krevur eina sterka heilsu, at gerast sjúkur!
Hvat hevði verið ynskiligt?
Vit meina, at møguleiki í fleiri førum kundi verið fyri at fyribyrgt at hesu fólk endaðu á forsorg ella fullkomiliga uttan inntøku eftir hesar 40 vikurnar gjørligt er at fáa sjúkradagpening. Tá skuldu tær 40 vikurnar har fólk fáa sjúkradagpening ikki bara verið eitt útgjaldingarskeið.
Í millum annað Danmark hevur í fleiri ár verið lógarfest, at fólk skulu til samrøðu í kommununi (svarandi til Almannastovuna) seinast 8 vikur eftir at tey eru vorðin óarbeiðsfør. Til hesar samrøður verður tosað um støðuna sum hon er, um samband er við arbeiðsgevaran, um samband er við yrkisfelagið hjá viðkomandi, um viðkomandi ætlar sær aftur til arbeiðis, um viðkomandi megnar at arbeiða nakrar tímar um vikuna hóast viðkomandi ikki megnar fulla tíð, ella kanska møguleiki er hjá viðkomandi at loysa nakrar uppgávur á arbeiðsplássinum, hóast ein ikki megnar allar uppgávurnar, kevði endurbúgving verið ein møguleiki ella um einasti og skilabesti møguleikin er fyritíðarpensjón.
Sosialráðgevar eru útlærdir til at ráðgeva, kunna og eisini gera eina munagóða uppfylging í millum annað sovorðnum málum. Sjálvsagt, tá starvsfólkanormeringarnar eru til tess. Tí eingin ivi er um, at góðar starvsfólkanormeringar eru ein sjálvfylgja um lógarkarmurin skal broytast og nýggjar uppgávur verða latnar sosialráðgevum kring landið. Og hesi mál krevja holla vitan og nakað av tíð um málsviðgerðin skal vera rímuliga góð.
Rúmligi arbeiðsmarknaðurin - eisini arbeiðsgevarar og yrkisfeløg
Tað almenna - her verður hugsað um Almanna -og heilsumálaráðið og Almannastovuna - hava harvið ein týdningarmiklan leiklut, tá talan er um ein rúmligan arbeiðsmarknað.
Arbeiðsplássini og yrkisfeløgini eru avgjørt eisini alneyðugur leikarar á rúmliga arbeiðsmarknaðinum.
Ein fortreyt hjá rúmliga arbeiðsmarknaðinum er at arbeiðsplássini hava ein vælskipaðan starvsfólkapolitikk viðvíkjandi millum annað sjúku. Hesin politikkur skal ikki bara orðast, tryggjast skal eisini, at hann verður nýttur tá starvsfólk gerast sjúk. Leiðarnir ella starvsfólkadeildir og álitisfólk mugu tryggjað at sovorðið sum sjúkrasamrøður og møguleiki fyri umlegging av arbeiðsuppgávum og eventuelt møguleiki fyri vardum starvi er á arbeiðsplássinum. Boðskapurin hjá leiðsluni má vera, at vit virðismeta øll starvsfólk. Brúk er fyri teimum øllum, eisini teimum sum hava ein skerdan arbeiðsførleika vegna sjúku ella skaða.
Úr øðrum londum vita vit, at ein síðuvinningur av slíkum hugburði er, at hini starvsfólkini hugsa: Gott at eg arbeiði her. Um eg verið sjúk fara tey eisini at hjálpa mær.
Yrkisfeløgini hava eisini ein týdnigarmiklan leiklut, tá talan er um rúmliga arbeiðsmarkanaðin. Tey mugu útbúgva serliga álitisfólkini til at nema sær vitan um, hvussu tey best hjálpa einum sjúkum limi. Til dømis at álitisfólkini kenna lógarkarmin viðvíkjandi endurbúgving, herundir vard størv og eisini duga og tora at tosa við limir, ið gerast sjúkir.
Hvat nú?
Hetta kvøldi í Føroyar í dag vóru allir persónar og partar so sera samdir um at týdningarmikið var við einum rúmligum arbeiðsmarknað og at hugburðsbroyting var neyðug.
Tað eru vit í sosialráðgevarafelagnum púra samd við teimum í. Lat tað vera sagt beinanvegin at talan verður um eina prosess, og at hon tekur tíð!
Men tað hevði avgjørt sømt seg stak væl um almennu arbeiðsplássini - bæði land og kommunur - til tess at koma í holt við prosessina settu fólk við skerdum arbeiðsførleika í eitt nú vard størv. Landsins stovnar kunnu ikki vænta at privati arbeiðsmarknaðurin tekur undir við ætlanini um ein rúmligan arbeiðsmarknað um ikki landið gongur á odda sum ein fyrimynd.
Harafturat skal vera sagt beinanvegin, at hugburðsbroytingar henda ikki á hesum øki um ikki peningur verður játtaður til tess.
Undirritaðu starvaðust sum virkiskonsulentar í Danmark í 90-unum, tá ætlanin um ein rúmligan arbeiðsmarknað var sett i verk har. Nyrupstjórnin setti tá heilt stórar og munagóðar peningaupphæddir til taks til skilagóðar verkætlanir sum allar vóru við til at fremja ein rúmligan arbeiðsmarknað. Verkætlaninar kundu bæði snúgva seg um at fyribyrgja at fólk gjørdust sjúk, varðveita tey sum longu vóru sjúk á arbeiðsmarknaðinum og eisini verkætlanir, sum høvdu til endamáls, at fáa tey inn á arbeiðsmarknaðin um ongantíð høvdu fingið fótin innum á arbeiðsmarknaðinum ella høvdu mist tilknýti.
Eisini bleiv bøtt um lógarkarmin so arbeiðsmarknaðurin av sonnum kundi gerast rúmligari.
Ja, ríkiligt er at fara í holt við hjá øllum pørtum. Um onkur av pørtunum hevur hug til eitt prát ella kjak um felagsins royndir, meiningar og hugburð er bara at siga okkum frá. Vit eru altíð til dystin fús í sosialráðgevarafelagnun, at gera okkara besta til tess at tryggja ein nógv rúmligari arbeiðsmarknað í Føroyum.
Góðan arbeiðshug og gleðilig jól til okkum øll.