Viðmerking til avtøku av stuðli til uppihaldspening

Tað er vanligt at siga, at lopið verður á har sum garðurin er lægstur.

Tað kan man so sanniliga siga um hetta sparilógaruppskotið, sum løgtingsins fíggjarnevndin er komin við fyri 2003 eftir vegleiðing frá Páll Á Reynatúgvu og Bill Justinussen. Tey hava lagt eftur nøkrum einstøkum forsyrgjararum eftir peningi, peningur sum hevur verði lógarfestur í mong ár.
Havi lurtað eftir aðru viðgerð á tingi nú um dagarnar, tað var ein tingmaður sum tók hetta málið upp á tungu, tað var Kristian Magnusen, hann royndi at fáa onkran av landsstýrismonnunum at svara sær og koma við einari góðari grundgeving um, hví henda lógin skuldi takast av, men teir hirdu honum ikki svar.
Eg haldi sjálvur, at hatta er ikki so familjuvinarligur polittikkur, gjarna eru tað forsyrgjarar, sum eru sera fíggjarliga kroystir yvirhøvur, sum verða raktir av hesi lógaravtøku. Fyri ein forsyrgjara, sum hevur eitt barn merkir tað, at hann skal av við 4866,00 kr. fyri at hatta fíggjarlógaruppskoti 2003 skal halda, tað kann ikki sigast annað enn, at tað rakar hart og órættvíst. Vit sleppa jú ikki undan øllum hinum meiravgjøldum, sum tit leggja á okkum.
Men Páll og Bill, gott í tykkum, tit kunnu ikki verða so eirindaleysir at taka eina so stóra upphædd frá einsaklingum bara við einum pennastroki, eitt skal eg fortelja tykkum, at tað rakar hart so tað stendur eftir.