Ferðsla
Seinasta fríggjadag tók løgreglan í Eysturoy ein bilførara, sum koyrdi við kenning og við ongum koyrikorti.
Bilførarin varð ikki tikin undir skipaðum kanningum hjá løgregluni, men løgreglan varnaðist, at alt ikki var, sum tað átti.
- Tað vísti seg, at bilførarin bæði hevði kenning og koyrdi við ongum koyrikortið, sigur sýslumaðurin í Eysturoy, Kristian Martin Joensen.
Hann sigur annars, at friðarligt var í Eysturoy farna vikuskifti, bæði úti og heima.
- Vit fingu fráboðan um onkra minni buglu, sum altíð hendir av og á, men einki av nøkrum serligum týdningi, sigur Kristian Martin Joensen.