Við Johannu TG 326 á søguliga ferð

Tíðindaskriv

Í ár eru 60 ár liðin síðan Seinni Heimsbardagi endaði. Leikluturin hjá Føroyum, føroyingum og føroyskum fiskiførum kenna vit flest øll. Tær føroysku sluppirnar vóru við til at sigla fisk úr Íslandi og Føroyum (sum sluppirnar antin fiskaðu sjálvar ella reiðaríini keyptu) til Skotlands, og millum hesar sluppir var sluppin Johanna TG 326 úr Vági. Nú 60 ár eru liðin síðan Seinni Heimsbardagi endaði er gjørt av, at Johanna TG 326 ger eina ferð til Norðfjørðin í Íslandi at keypa 1 tons av fiski, og gongur leiðin so av Norðfjørðinum til Aberdeen í Skotlandi, har fiskurin verður seldur. Henda søgu-liga ferðin verður gjørd til minnis um leiklut føroyinga í Seinna Heimsbardaga, og til minnis um teir føroyingar, sum lótu lív undir Seinna Heimsbardaga.
Við á ferðini við Johannu TG 326 verða 20 fólk. Millum tey verða ætlandi fólk frá Sjónvarpi Føroya og tveir íslendingar (ein myndamaður og ein ljós-myndamaður). Íslendingarnir koma til Suðuroyar at taka myndir síðst í mai mánað og fara síðani avstað við Johannu TG 326 2. juni og verða við á allari ferðini.
Í sambandi við ferðina verða kunnandi skriv send út til fjølmiðlar í Íslandi og í Skotlandi, hetta í samstarvi við fólk úr Íslandi og Skotlandi (í Skotlandi tekur Sofus Poulsen, fyrrv. Umboðsmaður Føroya í Bretlandi, sær av hesum sam-skifti. Umboðsstovan var øll hesi 54 árini í 150 Market Street).
Skipari á hesi søguligu ferðini við Johannu TG 326 verður Hans J. Joensen úr Vági, sum er abbasonur Jakke í Líð, sum var ein av skiparunum, sum førdi Johannu TG 326 undir krígnum.
Í Aberdeen tekur ætlandi sami agentur, sum sluppin Johanna TG 326 nýtti undir krígnum, ímóti Johannu TG 326. Hetta felagið er til enn.
Í øllum Stóra Bretlandi verður nógv gjørt burturúr VE (Victory in Europe) og VJ (Victory in Japan) døgunum, ávikavist 8. mai og 15. august, dagarnir tá ið seinni heimsbardagi endaði í Evropa og Japan. Stór hátíðarhald verða skipað í at kalla øllum býum í Stóra Bretlandi og eisini í Aberdeen, har ein "World War II Veterans Parade" verður 11. juni, sum er tann leygardagin Johanna TG 326 kemur til Aberdeen. Í hesum sambandi er nógv á skránni í Aberdeen hetta vikuskifti, og væntandi koma nógv fólk umborð á Johannu TG 326 tann leygardagin og sunnudagin. Umborð verður, eins og í Íslandi, bjóðað ábit og har verður eisini myndaframsýning.
Tey, ið ynskja at fáa meiri at vita um ferðina, kunnu venda sær til Kunningarstovuna í Vági.