Jonhard Eliasen, Búskaparfrøðingur
----
Fíggjarlógarkarmar
Um søgan er sonn, veit eg við ikki við vissu, men eitt er vist: Landsstýrið og løgtingið eru ikki á nakran hátt meiri ‘professionel’ enn tilsvarandi stovnar í Danmark og øðrum framkomnum londum í ES, tá ið talan er um at leggja og fremja í verki fíggjarpolitiskar karmar. Danir hava í áratíggjur arbeitt við tí, teir nevna ‘finanspolitisk ramme’. Roynt verður at áseta karmar fyri inntøkur og serliga útreiðslur nøkur ár fram í tíð. Ikki bert galdandi fyri danska landskassan, men fyri samlaða almenna geiran. Partur av hesum arbeiði snýr seg um at samskipa íløgu- og annað virksemi hjá kommunum, ‘regiónum’ og statskassanum. Danski fíggjarmálaráðharrin stendur fyri samráðingunum við kommunala geiran.
Fíggjarlógarkarmarnir her hjá okkum fevna, sum navnið sigur, ikki um almenna geiran sum heild. Bert landskassan - ella rættari - bert part av tí, sum áður var fevnt av landskassanum, tí gongdin seinnu árini hevur verið tann, at alsamt størri partur av almenna virkseminum er fluttur úr fíggjarlógini og yvir í almenn partafeløg. Ilt er í fíggjarlógaruppskotum at fáa eyga á, hvussu landsstýrið roynir at gera virksemið hjá hesum eindum til part av eini fíggjarpolitiskari heild.
Ósamsvar millum ætlan og gerð
Fíggjarlógarkarmurin er lutfalsliga nýtt fyribrigdi í føroyskum politikki. Arbeiðið við hesum varð ásett við lóg í 2009. Fíggjarlógarkarmar hava við støði í hesi lóg verið samtyktir árliga frá og við 2010.
‘Plans are useless, planning is everything’ verður sagt. Kann tykjast sum um, at politikarar okkara hava tikið hesa læru í so orðarætt. Tí ilt er at síggja, at gott samsvar er millum karmarnar, sum løgtingið samtykkir og tað, sum vísir seg í roknskapinum hjá landskassanum. Gloppið millum fíggjarætlan og roknskaparligan veruleika er, sum myndin á leinkjuni til viðfestu fíluna vísir, stórt.
Í fyrsta karminum, gjørdur í 2010, fyri árini 2011-2015, sæst brøtt gongd upp móti javnvág á fíggjarlógini í 2015. Tilsvarandi gongd sæst fyri fíggjarlógarkarmarnar, sum gjørdur er í fylgjandi árum. Men, sum myndin vísir, so verður málið um javnvág útskotið í 5-ára-kørmunum, sum samtyktir eru í árunum 2011-2013. Roknskapartølini, hinvegin vísa, at hallið síðan 2011 hevur verið vaksandi.
Fíggjarlógin 2014
Í vár samtykti løgtingið fíggjarlógarkarm fyri 2014 við undirskoti svarandi til 235 mió kr. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum legði í heyst fíggjarlógaruppskot fyri tingið við undirskoti, ið mett varð til 250 mió kr. Nú sluttspurturin av fíggjarlógartilgongdini er byrjaður, kemur fíggjarnevndin við broytingaruppskotum, har metta hallið aftur skal beinast eftir tí, løgtingið samtykti í vár. Hetta ger fíggjarnevndin við uppskotum, sum hava við sær røð av meirútreiðslum, sum tó verða mótvirkaðar av ‘sparingum’ innan serliga heilsu- og almannamál. Fleiri av hesum átøkunum hjá fíggjarnevndini síggja út til at hava til endamáls at fáa úrslitið til at ‘passa’ við úrslitið, sum ásett varð í karminum í vár. Um fíggjarnevndin hevur grundir til at hava so stórt misálit á búskett-ráðgevingina - serliga hjá landsstýriskvinnuni í almannamálum - fer roknskapurin fyri 2014 at vísa.
Undirskotið í 2014
Myndin vísir, at útlit eru til, roknskaparliga undirskotið í 2014 verður størri enn í ár. Myndin vísir eisini, at úrslitið í ár verður verri enn í fjør, og at úrslitið í 2012 varð verri enn í 2011.
Í meting míni av úrslitinum fyri í ár og komandi ári havi eg m.a. roynt at tikið atlit til íløgupening, sum ikki verður brúktur í ár, men í staðin í komandi ári. Somuleiðis havi eg roynt at tikið við í úrslitið nýggjar inntøkumetingar og broytingar, sum fíggjarnevndin leggur upp til í áliti sínum, men sum eg tó ikki havi stórt álit á.
Tað er fyrst og fremst peningur seinastu árini, játtaður til íløgur, men ikki brúktur, sum órógvar. Roknskaparliga úrslitið fyri undanfarin ár, hevði verið verri, um játtanin hevði verið uppbrúkt. Í tilfarinum, sum tøkt er í sambandi við fíggjarlógarviðgerðina 2014, sæst, at góðar 140 mió kr av óbrúktari íløgujáttan verða fluttar til komandi ár.
Spurningur er, hvussu íløgur í Eysturoyar- og Sandoyartunnil fara at ávirka úrslitið komandi árini, sum nýggjasti karmurin leggur upp til. Verða íløgurnar játtaðar á komandi fíggjarlógum? Ella verður talan um partvísa fígging umvegis fíggjarlógina við kapitalinnskoti í partafelag, sum síðan – uttanfyri fíggjarlógina – útvegar fígging við lántøku? Líka mikið, hvør leisturin verður, eiga komandi fíggjarpolitiskir karmar greitt at vísa samlaða virksemið, sum landskassin beinleiðis og óbeinleiðis umvegis partafeløg stendur fyri. Somuleiðis átti kommunali geirin at verið partur av fíggjarpolitisku kørmunum, sum í komandi tíðum verða skipaðir.