Ein viðfestisvognur, sum júst var tikin av einum trailara, fór á rull á økinum millum Saltsøluna og Shell í gjár.
Menn høvdu júst koblað vognin frá trailaranum og eftir røttum átti hann at steðga av sær sjálvum, men tað gjørdi hann ikki.
Hann fór á rull og rendi inn í fimm bilar, sum stóðu parkeraðir á bryggjuøkinum. Sum tað sæst á myndunum, var tað rættiliga rótut á bryggjuni hesa løtuna og bilarnir, sum vórðu árendir, fingu rættiliga stóran skaða.