Ódnirnar í 2011 vóru harðar fyri viðarlundirnar kring landið. Uppruddingararbeiðið er enn ikki liðugt, og tí hevur Innlendismálaráðið játtað 250.000 krónur til arbeiðið.
Penganir verða tiknir av serligu játtanini til at stuðla viðarvøkstri, ið Innlendismálaráðið umsitur. Eisini í fjør fór øll játtanin av hesi konto til at rudda upp eftir vetraródnirnar í 2011.