Stórt tiltak verður í miðbýnum leygardagin 1. februar.
Tað er VisitTórshavn, sum skipar fyri átakinum, hesaferð sum eina roynd, tí ætlanin er, at átakið "Vetrarljós" skal verða árliga afturvendandi.
Leygardagin 1. februar verður tiltakið Vetrarljós 2014. Í stuttum er tað dagurin vit sløkkja jólaljósini og bjóða ljósari tíðum vælkomnum við tónleiki í handlum, á stovnum og við tiltøkum annars. Í hesum sambandi hava handlar í býnum opið til klokkan 21.00 henda leygardagin.
Ísvøllurin verður ljósprýddur við ymsum litum eins og á nýggjárinum fyri einum ári síðani. Somuleiðis er møguligt at royna síni kynstur á vøllinum afturvið tónleiki úr hátalarunum fyri seinastu ferð í hesum sambandi. Hetta varar til klokkan 22.00, tá Ísvøllurin letur aftur.
Tónleikur verður í býnum frá klokkan 17.00 og til klokkan 21.00. Hóast hesin tónleikaparturin er til klokkan 21.00, so heldur kvøldið heldur á fram við spennandi Vetrarjazzi í Perluni og ikki at gloyma dansitónleiki við Contrazt í høllini á Hálsi.
Endaliga skráin verður kunngjørd seinni.