Sætta árið á rað verður skipað fyri Vetrarljós í Havn. Vetrarljós er eitt tiltak, sum fevnir um ein heilan dag í høvuðsstaðnum, har tónleikur og annað verður á skránni. Tað er Visit Tórshavn, sum samskipar tiltakið í samstarvi við Tórshavnar Kommunu og ymsar aktørar í býnum.
- Í stuttum er tað dagurin har vit bjóða ljósari tíðum vælkomnum við livandi tónleiki, ljós list, framsýningum og øðrum tiltøkum ymsa staðni í býnum, skriva fyrireikararnir.
Av tónleiki kann nevnast, at Marius spælir í Havnar kirkju, og Greta Svabo Bech spælir í Parnassinum í Hotel Hafnia. Føroyskir stuttfilmar verða vístir í Blábarr, og á Býarbókasavninum verður upplestur. Øll skráin fyri dagin sæst á Facebooksíðuni hjá Vetrarljósi.