Komandi vikuna fara vit at hátíðarhalda, at myrka tíðin fer aftur um bak, og at vit nú ganga ímóti ljósari tíðum - bæði so og so, skrivar fyrieikararnir aftanfyri Vetrarljós.
Vetrarljós 2021 í Tórshavn verður skipað á ein øðrvísi hátt enn undanfarnu árini. Í fjør vóru fleiri túsund fólk savnað í býnum. Her upplivdu tey bergtakandi ljósverk, hoyrdu livandi tónleik, fóru á listaveiði við lummalykt, lýddu á upplestur, tóku lut í rullandi busskonsertum og mangt annað spennandi.
Í ár ber ikki til at savna nógv fólk saman sum í fjør. Men býurin verður prýddur við ljósi.
Býurin verður livandi við litríkum ljósi, og fyri at øll fáa høvi at uppliva serliga huglagið í býnum, er vetrarljósið í ár tendrað í eina samfulla viku.
Vetrarljós er eitt samstarv ímillum Visit Tórshavn, Tórshavnar kommunu og fleir onnur í býnum. Hetta er áttanda árið á rað, at Vetrarljós verður hildið í Tórshavn.
Vetrarljós verður frá 6. februar - 14. februar. Tiltakið tendrar klokkan 17.











