Tað er sera ymiskt, sum fólk skøða sær bilin til veturin. Summi koyra við summardekkum alt árið onnur við vetrardekkum alt árið. Tey flestu koyra tó ið summardekkum um summarið og við lamel- ella píkadekkum um veturin. Bil Magasinet gjørdi nakrar kanningar á Køreteknisk Institut í Roskilde. Teir komu til, at summardekkini bremsa nógv betur og eru nógv stúttari at koyra við tá ongin kavi ella ísur er á vegnum. Teir gjørdu royndir við kendu dekkmerkjunum Michelin og Goodyear. Allar royndirnar vóru gjørdar við at bremsa bilinum frá 100 km/t til hann stóð stillur. Tað vísti seg at tá ongin kavi ella ísur var, høvdu summadekkini upp til 10 metrar styttri bremsulongd. Men í ísi og kava, høvdu vetrardekkini munin, lamelldekkini bremsa nógv betur í ísi og kava. Vit kunnu tó ikki samanbera koyriumstøðurnar um veturin í Danmark og í Føroyum.
Kelda: Bil Magasinet