Veteranar ganga aftur

Todi er rárur á beinkinum, og Óli Johannesen noyddist fyri triðju ferð at sita uttanfyri, tí hann var skaddur

Tað var ein fremmand støða fyri føroyska toppskjúttan, Toda Jónsson, tá hann í gjár sat á beinkinum í 1. hálvleiki. Todi, sum ikki kundi spæla í gjár, tí hann hevði trupulleikar í rygginum, hevur verið á landsliðnum síðani 15. juli í 1991, og hann hevur bara eina ferð áður ikki verið ímillum teir fyrstu ellivu. Tað var í 7?0 tapinum í Rumenia 8. mai 1992, tá hann síðsta hálva tíman spældi fyri Jan Dam.

Tá olympiska landsliðið hjá Finnlandi og Føroyar 27. februar í 1991 spældu 2?2 í óalmennum landsdysti í Portugal, var Todi á beinkinum alla tíðina.

Óli Johannesen noyddist at geva avboð í gjár, tí hann hevði bruna í einari tá. At Óli er burtur frá er bara komið fyri tvær ferðir áður ? í Estlandi í1998, tá hann var til próvtøku, og í San Marino í 1995, tá hann var skaddur.


Veteranar við aftur

Tveir spælarar, sum til saman hava spælt 74 landsdystir, og sum tey bæði seinastu árini meiri ella minni hava verið roknaðir sum fyrrverandi landsliðsspælarar, vóru í gjár aftur ímillum teir fyrstu ellivu. Hetta var fyrsta ferðin, at Jan Dam og Kurt Mørkøre hava verið á landsliðnum saman síðani 27. februar 1996.

Jan Dam hevur ikki verið á landsliðnum síðani hósdagin 4. juni 1998. Í 5?0 tapinum í Estlandi var Jan Dam liðformaður og aftasti maður.

Síðani tá hevur landsliðið spælt ellivu dystir, og Jan Dam hevur sitið á beinkinum fimm ferðir uttan at koma á vøllin. Seks ferðir hevur hann ikki verið í hópinum, og onkra ferðina hevur tað verið, tí hann hevur verið skaddur.

Í fjør kundu avgerðirnar hjá Allani Simonsen bent á, at venjarin ikki roknaði við veteraninum. Jan Dam slapp ikki á vøllin í landsdystinum, sum 3. mars varð spældur í Spania ímóti Andorra, og Jan Dam var ikki í hópinum, tá landsliðið í heyst spældi fýra ferðir.

Í gjár var 31 ára gamli veteranurin, sum hevur spælt 37 landsdystir og hevur skorað eitt mál, við aftur.


Kurt burtur í fýra ár

Kurt Mørkøre, sum 20. í hesum mánaðinum verður 31 ár, spældi í gjár fyri 27. ferð á landsliðnum. Síðsti dysturin var í venjingarleguni í Kýpros 27. februar í 1996. Ta ferðina vann Aserbadjan 3?0.

Áhugavert er at staðfesta, at Kurt Mørkøre, sum higartil hevur skorað eitt mál á landsliðnum, hesa ferð var í álopinum. Tá Føroyar í 1988 spældu fyrsta altjóða skrásetta landsdystin í Íslandi, var Kurt Mørkøre aftasti maður. Síðani var hann fremsti álopsmaður og miðvallari sjey ferðir. Men frá dystinum í Gundadali ímóti Turkalandi 15. juli 1991 og í hinum dystunum, sum Páll Guðlaugsson hevði ábyrgdina, var Kurt í verjuni.

Tá Allan Simonsen tók við í 1994, var Kurt Mørkøre í tvey ár miðvallari flestu ferðirnar. Í 1996 ætlaði venjarin, at Kurt skuldi gerast aftasti maður. Núverandi Sogndal maðurin røkti hesa uppgávuna í tveimum dystum, men so gavst hann. Nú er hann aftur á landsliðnum, og í gjár var hann aftur í álopinum fyrsta tíman.