Vesturvón komin á fiskileið í gráu leiðini

Meðan bíðað verður eftir fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Noreg, royna teir fýra føroysku flakatrolararnir í gráu leiðini Føroysku flakatrolararnir royna í løtuni í gráu leiðini eystanfyri.

Hetta er annars tann tíðin, tá føroysku skipini vanliga plaga at royna í norskum sjógvi, men við tað, at fiskiveiðiavtalan við norðmenn ikki er komin upp á pláss, sleps ikki í norskan sjógv enn.

Anfinn Olsen, reiðari, sigur, at Vesturvón er komin á fiskileið í dag.

- Vártúrurin plagar at roynast. Hetta er tíðin, tá toskurin leitar sær á leiðirnar út fyri Lofoten at gýta, og tá plagar slagið at vera gott.

Sum skilst, verða nýggjar samráðingar við norðmenn í Keypmannahavn í hesi vikuni og reiðarar, sum varða av skipunum eystanfyri, vóna, at Føroyar við hesar samráðingar fáa sum mest burtur úr í okkara part.

Anfinn Olsen sigur, at 32 mans eru við Vesturvón hendan túrin, og skipari er rituvíkingurin, Erland Olsen.