Vesturskúlin takast í nýtslu í 2018

Spakin verður settur í jørðina í august 2016 og skúlin verður klárur til skúlaársbyrjan 2018/19.

Bygginevndin í Tórshavnar Býráð hevur lagt seinastu hond á byggiskránna fyri Vesturskúla, sum eisini er vorðin samtykt av Mentamálaráðnum. Tí eru nú fyrstu fetini tikin til at byggja nýggja Vesturskúlan úti í Marknagili í Havn.

 

Sambært samtyktu byggiskránni verður klárt hjá miðdeildini at flyta inn í skúlan í 2018.

Frítíðarskúli og forskúli er partur av byggiverkætlanini, eins og at stórur dentur er lagdur á, at útiøkini skulu vera góður karmur um spæl, rørslu og virka sum uttandura læringsrúm. Avgerð er tikin um, at tað skal bera til at gera mat til næmingar og lærarar í tí nýggja skúlanum. Góðar umstøður skulu vera til alla frálæru, eins og góðir karmar til list, náttúrufakini, eins og til næmingar við serligum tørvi, sigur Helena Dam á Neystabø, sum eisini gleðist um góðu karmarnar sum ítrótturin fær. Fleiri fimleikahallir vera partur av skúlanum, og kunnu tær leggjast saman til eina ítróttarhøll av vanligari stødd. Hendan ítóttarhøllin verður tøk hjá ítróttarfeløgunum at nýta eftir skúlatíð.

 

Sambært tíðarætlanini verður spakin settur í í august 2016, og verður 1. partur liðugur í desembur 2017.