Mánadagin eru fjøruti ár liðan, síðani at ein av teimum heilt serstøku býarmyndunum í høvuðsstaðnum varð tikin í nýtslu. Tá er tað nevniliga fjøruti ár síðani, at Vesturkirkjan varð vígd.
Tað fer sjálvsagt at seta sín dám á gudstænastuna, ið verður komandi sunnudag, ið Heri J. Joensen og Derhard Jógvansson skipa fyri.
Altargongd verður, Kristiliga sangkórið luttekur og aftaná verður høvi at fáa kirkjukaffi.