Vesturheimurin dumpaður í Kosovo

Ræðuleikarnir í Kosovo tykjast ongan enda at fáa, hóast drúgvu NATO-bumbuálopini seinastu vikurnar.

 

Fyri okkum, sum sita langt burtur frá øllum bumburiðum, og sum í heimspolitiskum perspektivi als onga ávirkan hava á, hvussu og hvør klandrast við hvønn kring heimin, tykist støðan hjá NATO-londunum rættuliga meiningsleys

Ræðuleikarnir í Kosovo tykjast ongan enda at fáa, hóast drúgvu NATO-bumbuálopini seinastu vikurnar.


Fyri okkum, sum sita langt burtur frá øllum bumburiðum, og sum í heimspolitiskum perspektivi als onga ávirkan hava á, hvussu og hvør klandrast við hvønn kring heimin, tykist støðan hjá NATO-londunum rættuliga meiningsleys.


Vit kunnu bara spyrja okkum sjálv: Hvørjum endamáli tænir NATO-álopið? Og svarið vit fáa er, at tann øri Slobotan Milosevic skal steðgast. Jú, hesum kunnu vit samtykkja í. Men spurningurin, vit seta afturímóti er, um hetta nú er rætta leiðin.


Tað halda vit ikki, at tað er. Um NATO og USA ynskja at fáa fatur á Slobotan Milosevic, so fáa teir tað uttan at leggja landið í oyði og drepa túsundtals sek ella ósek fólk í Kosovo.


At slík stríð skal taka seg upp við jøvnum millumbilum ymsastaðni í heiminum - og at USA og NATO eisini á henda hátt virka sum heimspoliti, er neyvan av tilvild. Vit vita, at londini í Vesturheiminum eru stórir vápnaframleiðarar, og uttan iva hevur trongdin at sleppa av við goymslurnar sína ávirkan.


Vit í Norðurlondum plaga at erpa okkum av, at vit eru eitt so friðarelskandi fólk, at okkara maki ikki finst aðrastaðni í heiminum. Men so leingi, sum Noreg, Finnland, Svøríki og Danmark - og kanska onnur við - sum vápnaframleiðarar framvegis hjálpa til at drepa fólk, so er hetta ikki rætti sannleikin.


Tá heimspolitiið trýsti Saddam Hussein út úr Kuwait fyri átta árum síðani, kom fram, at mobilu rakettstøðirnar hjá Saddam Hussein vóru bygdar á vagnar, framleiddir av svenska Scania! So tað er heldur ikki rætt at siga, at vit bara eru við, tá vit eru í parti »við teimum góðu«.


Slobotan Milosevic skal sjálvsagt steðgast - men hví so ikki fara beinleiðis eftir málinum? Hví senda NATO og USA ikki onkrar av sínum serdeildum at segða vitleysu pørtunum í stríðnum?


Stríðið á Balkan í nítiárunum hevur víst, at vit eru ikki búnað so øðiliga nógv síðani seinna heimsbardaga. Tá heimurin ikki klárar at steðga makanum hjá Hitleri uttan at týna túsundtals ósek fólk - í sjálvum Evropa, tá er friðarelskandi Vesturheimurin dumpaður!