Ein kaðalfeilur í vesturbýnum í Tórshavn var í dag orsøkin til, at partar av vesturbýnum og Norðasta Horn misti streymin í dag.
- Ein kaðalfeilur var í vesturbýnum, ið gjørdi at streymurin fór. Men tað vísir seg mangan, at ein feilur sjáldan kemur einsamallur og bleiv tann eini til tveir. Men vit hava funnið báðar og øll hava fingið streymin aftur, sigur Eirikur Norðberg úr SEV-
Hann upplýsir, at streymslitið fevndi um partar av vesturbýnum oman móti Landssjúkrahúsinum og Norðasta Horn.