Vestmenningur vil ikki víkja

10-mannafør: Hóast klaksvíkingar rættuliga spældu við eld í Kollafirði, so komu teir væl frá tí og vunnu fyri 10. ferð á rað

Tað er tiltikið, tá ið svenski skíakarin Thomas Wassberg á olympisku vetrarleikunum í Lake Placid í USA vann gull á 15 kilometrum. Vinnaratíðin var ein hundrað part av einum sekundi betri enn tíðin hjá næsta kappingarneytanum. Hesin var finski Juha Mieto. Eftir hesa kappingina vórðu reglurnar broyttar. Síðani hevur verið galdandi, at tað ber ikki til at vinna við minni tíðarmuni enn einum tíggjundu parti av einum sekundi.
Í kappróðrinum verður tíðin uppgjørd í 25. partum av einum sekundi. Talan er altso ikki um hundrað partar, men um fýra ferðir so stóran brotpart. Tá ið Klaksvíkingur vann á Vestmenningi leygardagin, so var munurin ein stór sponn ella so, og tíðarmunurin var 5/25 av einum sekundi. Tíðin hjá Vestmenningi var 9:07:17, og hjá Klaksvíkingi var hon 9:07:12.
Tað var altso ikki so tætt, sum tað var, tá ið tiltikna kappingin var millum finska og svenska skíakaran fyri 32 árum síðani, men í Kollafirði leygardagin vóru tey, sum hugdu at – bæði á staðnum og kring allan knøttin umvegis netið – vitni til drama, sum ikki stóð langt aftanfyri tað í Lake Placid á sínni.
Klaksvíkingur vann fyri triðju ferð í ár. Hann vann allar sjey róðrarnar í fjør, og harvið var sigurin í Kollafirði tann tíggjundi hjá klaksvíkingum á rað.
Á Skálafjørðinum fyri stórari viku síðani var sigurin sera sannførandi. Á Kollafirði leyp lítið og einki av, og gongdin og úrslitið boðar frá, at Vestmenningur á ongan hátt hevur lagt kongin, og at tað avgjørt ikki skal útilokast, at Vestmenningur fer at taka Klaksvíking, áðrenn tað á Ólavsøku verður sett punktum fyri hesum róðrarárinum.

Øgiligur spurtur
Endaspurturin í Kollafirði minti nógv um tann á Norðoyastevnu, tá ið bæði Suðuroyingur og Vestmenningur fram ímóti málinum av álvara hóttu Klaksvíking, sum bíðaði við sínum endaspurti, men kortini var so mikið stinnur og drúgvur á síðstu metrunum, at tað eydnaðist honum at fara fyrstur um málstrikuna.
Vestmenningar lógu síðsta fjórðingin av 2000 metra teininum borð um borð við Klaksvíking, Vestmenningur fór fyrri undir endaspurtin enn kappingarneytin, og tað leið ógvuliga væl eftir. So væl at Vestmenningur tók Klaksvíking við meiri enn einum skuti.
Tá ið tað restaðu hálvt annað hundrað metrar, settu klaksvíkingar føtur í bekk. Soleiðis gjørdu teir á Norðoyastevnu, og tá rukku tredivu bekktøk júst til at vinna, og tey tredivu bekktøkini leygardagin í Kollafirði vóru júst nóg mikið til at vinna. Fram ímóti málinum sá tað øgiligt út, tí tað var ikki fyrrenn í síðstu tjúgu bekktøkunum ella á síðstu hundrað metrunum, at báturin rættuliga lætti sær á og í hvørjum taki át seg inn á kappingarneytan og at enda smoygdi sær ta sponnina framum, sum bar sigurin við sær.
Suðuroyingur var leingi væl við, men í endaspurtinum smokkaði hann tað mesta av tveimum bátslongdum afturum, og Havnarbáturin kom á mál meiri enn tvær bátslongdir aftanfyri Suðuroying og meiri enn seytjan sekund aftanfyri teir báðar fremstu.

Tvídystur á Kollafirði
Skipanin við Sundalagsstevnu, sum skiftir millum Hvalvík, Hósvík og Kollafjørð, hevur verið galdandi í meiri enn tjúgu ár. Kollafjørður er gott kappróðrarøki, og tað er vorðið serliga gott, síðani málið fyri trimum árum síðani varð lagt av nýggjum, so vísningurin er góður hjá teimum, sum á havnarlagnum fylgja við.
Hetta var áttanda ferðin, at FM kappróður var í Kollafirði, og bara eina ferð áður hevur vinnaratíðin verið betri, enn hon var tað leygardagin. Í 2006 vann Klaksvíkingur við meiri enn átjan sekundum betri vinnaratíð enn henni, sum hann hesa ferð vann við.
Vestmenningur var um reppið at vinna leygardagin. At avbjóðarin er so stinnur og treiskur og ikki leggur kongin, hóast tað man kennast forargiligt at hava verið næstfremstur so ofta tvey tey seinastu árini, ber bara við sær, at tað er meiri áhugavert hjá øllum, sum taka lut og fylgja við, og tað ber við sær, at tað verður sæð við stórum spenningi fram til leygardagin, tá ið kappingin verður á 1000 metrum í Vági.
Á Sundalagsstevnu í Kollafirði eru tað fyrst og fremst Vestmenningur og Klaksvíkingur, sum eiga sigrarnar. Tríggjar tær seinastu ferðirnar eru klaksvíkingar farnir við sigrinum. Frammanundan átti Vestmenningur fýra sigrar og Eysturoyingur ein sigur.


Vinnarar í Kollafirði
1991 Vestmenningur 9:18:10
1994 Vestmenningur 9:09:40
1997 Vestmenningur 9:10:01
2000 Vestmenningur 9:18:00
2003 Eysturoyingur 9:30:01
2006 Klaksvíkingur 8:49:21
2009 Klaksvíkingur 9:26:02
2012 Klaksvíkingur 9:07:12