Vestmanna: Vestmenningur, sum partrolarar við Fram, landaði í Vestmanna mánadagin. Tilsamans høvdu skipini 360.000 pund av góðum upsa, harav Vestmenningur hevði umleið helmingin í sínari last. Fiskavirking í Vestmanna keypti meginpartin av lastini hjá Vestmenningi, men eins og hjá Fram, fór eisini ein partur av lastini hjá Vestmenningi um uppboðssøluna.
Skipini fóru út nýggjárskvøld. Tey royndu í seks dagar.
Vesturbúgvin undir lúkurnar
Í dag landar Vesturbúgvin í Vestmanna. Teir partrola við Eysturbúgvanum, sum vanliga landar á Sandi. Sagt verður, at skipini eru full undir lúkurnar. Tey hava roynt eystanfyri, og væntandi er slagið tað sama ? góður upsi - sum hjá hinum skipunum, ið hava roynt á somu leið.
Tey vóru ikki til arbeiðis á Fiskavirking í Vestmanna mánadagin, men týsdagin fóru tey aftur til verka við tvey-skiftivakt, sum í minsta lagi varar í tríggjar dagar.
Tilrættalegging
- Tá ið arbeitt verður við tvey-skiftivakt, skal sambært sáttmálanum í minsta lagi arbeiðast í tríggjar fylgjandi dagar. So, hetta krevur eina neyva tilrættalegging.
Í Vestmanna hava tey leingi arbeitt við tvey-skiftivakt, og hetta er eingin trupulleiki, tá ið nógvur fiskur kemur uppá land.
Men er ivingarsamt við fiski, kann tað vera eitt sindur truplari at leggja arbeiði til rættis.
- Tú noyðist í øllum førum at hava tryggjað tær fisk til tríggjar dagar, tá ið farið verður undir at arbeiða við skiftivakt, tí hetta krevur sáttmálin, siga tey í Vestmanna.