Gulllaksaskipini Vestmenningur og Fram landaðu báðir í Vestmanna í gjár, teir høvdu um 120 tons hvør. Gulllaksafiskiskapurin hevur roynst væl higartil í ár, skipini plaga at royna septemurmánaða út. Um fiskiskapurin eisini fer at roynast seinnapartin av sumrinum, so verður helst talan um metfiskiskap eftir gulllaksi í ár.
Vestmenningur og Fram fóru nýggjan túr í kvøld, myndin varð tikin um 6-tíðina í kvøld, tá annað av skipunum fór vestur um Presttanga, ávegis vestur í hav - aftur á fiskileið.