Vestmenningar fáa nýggja læknamiðstøð

Nýggja læknamiðstøðin í Vestmanna letur upp í næstu viku.

Síðsta hond verður í hesum døgum løgd á nýggju læknamiðstøðina í Garðatúni í Vestmanna kommunu.


Kommunan skrivar á síni heimasíðu í dag, at í løtuni verður innbúgv sett upp á pláss, umframt at tað verður ruddað og vaskað, áðrenn móttøka verður í húsinum næsta týsdag.


Nýggja miðstøðin skal eftir ætlan hýsa bæði kommunulækna og tannlækna, og hevur kostað umleið seks milliónir krónur.