Vestmanna sangkór stórfingna kórferð í Berlin

Fyri tveimum vikum síðan var Vestmanna sangkór eina ógloymandi kórferð í Berlin. Týskvøldið 4. juni klokkan 20 hevur kórið Berlin-konsert í Auluni í Finsen

Onkur helt undan ferðini, at hvat skulu vit, eitt lítið bygdakór úr Vestmanna gera á einum av teim størstu mentanarmiðdeplunum í Evropa? Men ferðin eydnaðist betur og gjørdist meira upplivingarrík, enn vit tordu at ímynda okkum, skrivar kórið í tíðindaskrivi.
 

Kórferðin til Berlin

Kórið skrivar soleiðis um túrin:

Vit komu hagar hóskvøld á midnátt og fóru heimaftur á middegi mánadag. Hesar fáu dagar høvdu vit fýra konsertir og upplivdu mangt annað.

Vit fóru ferð um býin at vitja gitin støð, ið andaðu av søgu, teirri stórbæru og teirri syrgiligu. Úr býarmiðdeplinum Alexanderplatz, har vit búðu, og til býarpartar við fjølbroyttum og seregnum eyðkennum, Kurfurstendam øðrumegin og Kreusberg hinumegin, og tí nýggja Berlin við stásiligum arkitekturi og einum áhaldandi ruðuleika av stórtøknum byggiverkætlanum, sum um býurin ikki kann gevast við at endurskapa seg sjálvan í meira modernaðum skapi.

Fyrstu tvær konsertirnar vóru longu fríggjadag. Tann fyrra kanska ikki nøkur konsert í vanligum týdningi, men kórið fekk høvið at syngja nakrar sangir á einum so sjáldsamun stað sum í einum fongsulsgarði í tí gamla Stasi-fongslinum Hohenchønhausen. Ein hjartanemandi uppliving, eftir av at hoyrt um tær mongu lagnurnar á hesum stað.

Seinni fríggjadagin var konsert í donsku Christianskirkjuni, sum í ár hátíðarheldur 100 ára stovningarár kirkjunnar.

##med2##

Seinnapartin leygardagin høvdu vit sonevnda fríluftskonsert í paviljongini í Stadtpark Steglitz, har vit eins og í Christianskirkjuni greiddu áhoyrarunum frá um Føroyar og tey einstøku kórverkini, vit framførdu.

Upplivingin fram um allar var sunnudagin, tá ið vit høvdu fingið ta stóru æru at vera við í kvøldargudstænastuni við føroyskum kórverkum í sjálvari Berliner Dom, tann stórbæra dómkirkjan í týska høvuðsstaðnum. Ikki sørt, at vit kendu okkum smá og eyðmjúk, men tá ið vit undir royndini hoyrdu tann sjáldsama góða klangin í kirkjurúminum, og sóu tey nógvu fólkini, ið komu til gudstænastuna, ernaðust vit og sungu av hjarta.

Allastaðni sungu vit føroysk kórverk og vóru í føroyskum klæðum. Allastaðni var áhugin stórur og forvitni at hoyra um sang okkara og land okkara. Vit vóru glað og takksom fyri túrin til Berlin á heimferðini mánadagin.

Ein kórferð av slíkum slag er altíð kostnaðarmikil, og tí fegnast vit um stuðul frá landi og kommunu og frá privatum fyritøkum. Tí vilja vit eisini takka stuðlum okkara til ferðina við eini Berlin-konsert í Finsen í Havn.

Til at endurskapa eitt sindur av ljóminum siga vit vælkomin til Berlinkonsertina hjá Vestmanna sangkóri í aulini í Finsen í Havn týskvøldið 4. juni kl. 20. Við konsertini vilja vit gleða tey, sum dáma eldri og nýggjari føroyskan kórsang. Tað er Benjamin Gaasedal, ið stjórnar kórinum.