Vestmanna Kirkjukór syngur í Skálavík í morgin

Kórið er í løtuni í Sandoynni á venjingarlegu og endar leguna við at syngja til gudstænastuna í morgin.

Vestmanna Kirkjukór, sum er undir leiðslu av Erlu Olsen, fer í morgin - sunnudagin - at syngja í Skálavíkar kirkju. 

 

Kirkjugongdin í Skálavík byrjar klokkan 12.

 

Kórið er í løtuni í Sandoynni á venjingarlegu og endar leguna við at syngja til gudstænastuna í morgin.

 

Umframt kórið eru tveir prestar við á ferðini. 

 

Teir eru Theodor E. D. Olsen, sum kemur at leiða gudstænastuna í Skálavík í morgin og Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, prestur, sum fer at syngja solosang við kórinum.