Tað er Benta Løwe, løgtingskvinna, sum hevur sett honum ein grein 52a fyrispurning um málið. Hon vil eisini hava at vita, um Vørn metir seg hava arbeiðsorku at røkja hetta eftirlit til fulnar. Eisini vil hon hava landsstýrismannin at greiða frá, hvussu regluliga eftirlit er við ognarkapi í fiskivinnuni, og um Vørn kanna, um samsvar er millum tað, sum er fiskað, tað, sum verður landað, og tað, sum verður selt av landinum.
Um so er, so vil løgtingskvinnan hava at vita, hvat kanningar hjá Vørn av hesum vísa.
Í viðmerking til spurningarnar sigur løgtingskvinnan, at nú kjak hevur tikið seg upp í Íslandi viðvíkjandi framferðini hjá íslendskum reiðaríum í útheiminum, verður hesin fyrispurningur settur fyri at vita, hvussu føroysku myndugleikarnir eru fyri til tess at gera eftirlit.