Vest Pack verpir framvegis gullegg

Ársins virki 2013, P/F Vest-Pack, ið framleiðis pakkitilfar til føroyska ídnaðin, verpir framvegis gullegg. Ársúrslitið fyri 2013 gjørdist slakar 9 mió kr. fyri skatt.

Business-line: Ársins virki 2013, P/F Vest-Pack, ið framleiðis pakkitilfar til føroyska ídnaðin, verpir framvegis gullegg. Ársúrslitið fyri 2013 gjørdist slakar 9 mió kr. fyri skatt.

 

Høvuðsvirksemið hjá P/F Vestpack fevnir um framleiðsu og sølu av pakkitilfari til eitthvørt endamál innan ídnað, handil og húsarhald. Eisini er felagið farið undir sølu av arbeiðsklæðum o.t.

 

Umframt hetta veitir felagið ráðgeving og heildarloysnir innan pakkilinjur til ídnaðin.

 

Felagið sigur í síni ársfrágreiðing, at ársúrslitið gjørdist slakar 7 mió kr eftir skatt, ið er heldur lakari enn úrslitið 2012, ið var tað besta í søgu felagsins.

 

Um framtíðina sigur leiðslan, at hon væntar at gongdin verður á sama støði sum  í 2013.

 

Fíggjarjavnin við árslok 2013 var  47.845tkr og eginognin  20.250tkr., svarandi til góð 42%.

 

Miðatalið á starvsfólkum var í fjør 18.

 

Sí vinnuskránna hjá P/F Vest Pack í BL.FO VIÐ AT TRÝSTA HER