Vest Norden Travel Mart 2008

Ferðavinnustevnan Vest Norden Travel Mart 2008 varð hildin í Reykjavík í døgunum 15. til 17. september.

Reykjavík: Vodafone-høllin í Reykjavík var í døgunum 15. til 17. september karmar um Vest Norden Travel Mart 2008. Tað eru Føroyar, Ísland og Grønland, sum skiftast til at skipa fyri hesi ferðavinnustevnu, sum verður hildin eina ferð um árið.


Á stevnuni vór umleið 600 keyparar og seljarar. Úr Føroyum vóru tilsamans 13 feløg og stovnar innan ferðavinnuna.


Næsta ár verður tað Grønland, sum kemur at skipa fyri, og tá verður Vest Norden Travel Mart hildin í Keypmannahavn.


Vest Norden Travel Mart varð í ár hildin fyri 23. ferð.