Vertshúseigari í Havn fekk bót í nátt

Aftur í nátt hevur løgreglan verið á rundferð og kanna viðurskiftini á skeinkistøðunum og í dansihølunum.

 

Tað ger løgreglan javnan, og tað er sjáldan, at nakað er at viðmerkja. Men í nátt var øðrvísi, tí hesa ferð varð ein vertshúseigari skrivaður í svørtubók hjá løgregluni.

 

Eftir lógini skulu vertshús og dansistøð verða stongd klokkan fýra á nátt, men í hesum føri var løgreglan á staðnum, tá ið klokkan var farin av fýra, og har vóru framvegis fólk inni.

- Og tað var heldur einki sum bendi á, at vertshúseigarin hvørki hevði klárað at fingið fólk á dyr við tað fyrsta, ella at hann yvirhøvur gjørdi eina reiðiliga roynd at fáa fólk á dyr. sigur løgreglan.

 

Løgreglan sigur, at vertshúseigarin játtaði seg sekan. Tað var nokk heldur ikki nógv annað at gera, eftirsum løgreglan var á staðnum og at har gekk sjón fyri søgn og hann fær nú eina bót fyri ikki at hava hildið afturlatingartíðina.

 

Í fyrstuni við hesi nýggju rúsdrekkalógini vóru reglarnar nógv strangari, tí tá varð ásett, at tann, sum ikki helt lógina, misti skeinkiloyvi. Men nú eru tær linkaðar, so at fleiri brot verða avgreidd við eini bót, tó kann skeinkiloyvi verða tikið, er talan um grov, ella afturvendandi brot á lógina.

 

Tá løgreglan kannar vertshús og dansistøð, verður hugt eftir, at tað ikki er yvirfylt av fólki, at tey, sum eru inni, hava aldur til tað, altso eru 18 ár, at tað ikki verður skonkt fyri fullum fólki, at neyðugu skelti eru uppi, eitt nú, at rýmingarvegir eru merktir, og at teir ikki eru fullir av óruddi, so at tað ikki er framkomandi eftir teimum. Og sum í hesum føri, verður sjálvandi eisini kannað eftir, at afturlatingartíðirnar verða hildnar.