Seinasta hálva árið hevur støðug órógv verið á farleiðina millum Suðuroynna og meginøki. Vantandi motormegin gjørdi, at Smyril mátti avlýsa fleiri ferðir, og skilið hevur verið lítið mætari, nú Norrøna hevur røkt siglingina.
Kommunurnar í oynni hava í kvøld umrøtt støðuna, og í yvirlýsing siga tær, at tað als ikki kann góðtakast, at borgarar og vinnulív í Suðuroynni skulu hava slíkar treytir á samferðsluøkinum nú vit skrivað 2014.
- Í dag, mánadagin 27. januar 2014, skuldi eftir vanligu ferðaætlanini hjá Smyrli verða 6 túrar um Suðuroyarfjørð. Nú klokkan nærkast 21 er ongin túrur sigldur um Suðuroyarfjørð enn í dag.
- Støðan á Suðuroyarleiðini er verri enn støðan fyri 120 árum síðani, tá siglt varð eina ferð um dagin. Síðan august í fjør hevur ferðaætlanin um Suðuroyarfjørð verið ótolandi óstøðug, til stóran ampa fyri bæði fólk og vinnulív í Suðuroynni, skriva kommuurnar í yvirlýsingini, har tær eisini vísa á hópin av meirkostnaði og inntøkumissi, sum hetta ber við sær fyri fólk og vinnulív í oynni.










