Verkstað til tey, sum hava sálarliga sjúku

   

Halla Samuelsen, valevni hjá Javnaðarflokkinum

Einki verkstað er til tey, sum hava sálarliga sjúku, og er stórur tørvur á einum slíkum stað. Høvdu vit havt eitt verkstað til tey, kundu fleiri havt eitt arbeiði at farið upp til hvønn morgun. Tey høvdu fingið meira innihald í lívinum, sosiala samveru og eitt virðiligt lív. Fólk flest halda, at tað er ein sjálvfylgja at hava eitt arbeiði at fara upp til hvønn dag. Men soleiðis er tað ikki hjá fleiri av teimum, sum hava sálarliga sjúku.
Javnaðarflokkurin er greiður yvir støðuna, og vit ynskja at gera nakað við hetta, nevnliga at útvega hesum fólkum eitt verkstað.
Fái eg tín stuðul til býráðsvalið 9. nov., ert tú við til at gera umstøðurnar hjá teimum, sum hava sálarliga sjúku, betri. So skal eg gera mítt til, at hetta mál verður loyst skjótt og væl.