Uppskotið hjá Fólkaflokkinum um íverksetan var til 1. viðger í løgtinginum fríggjadagin Framsøgufólk fyri allar flokkar vóru sera positiv um uppskoti og eftir tí at døma bendir alt á, at uppskotið verður samtykt.
Uppskotið um íverksetan er ein ítøkilig ætlan, hvussu vit í Føroyum kunnu leggja størri dent á, at stimbra og kveikja íverksetan. Ítøkiligt leggur uppskotið upp til, at íverksetan skal koma sum undirvísing í fólkaskúlan, og í øllum miðnámsskúlunum skal íverksetan vera ein lærugrein.
Vit skulu stuðla íverksetarahúsum kring landið. Íverksetarahús sum verða sett á stovn av vinnuni og áhugaðum, har landið bert er ein stuðul, sigur Jørgen Niclasen, uppskotsstillari.
Íverksetarahús skulu skapa samband ímillum íverksetarar og verandi vinnu, og skulu eisini vera snarskivur mótvegis tí almenna. Í triðja lagi skal atgongdin til vágafúsan kapital økjast, til dømis við at almennir grunnar verða meiri vágafúsir við almennari fígging. Í fjóðra lagi, leggur uppskotið upp til, at ungir føroyingar skulu fáa skattafrádrátt fyri at spara upp til íverksetan.
Orðaskiftið í tinginum í fríggjadagin vísti greitt, at tað var breið undirtøka fyri hesi ítøkiligu ætlan á íverksetara økinum.









