Íverksetarahús alment setast á stovn

Trý netverk eru virkin í Íverksetarhúsinum í Klaksvík, sum hósdagin verður sett alment á stovn.

Eftir at hugskotið um íverksetan og íverksetarahús í Klaksvík kom, er kjakað millum vinnulívsfólk, Menningardeildina hjá kommununi og Vinnulívsráðið í Klaksvík endað við, at tað skal verða Klaksvíkar kommuna, sum setur íverksetarahúsið alment á stovn. Hetta verður gjørt alment hósdagin 24. mai klokkan 10 í býráðshøllini í Klaksvík.

Virksemið byrjaði við eini verkætlan í samstarvi við Birc Estate í Herning, og verkætlanin fór av bakkastokki 15. januar á einum íverksetarakvøldi í mentannarhúsinum Atlantis.

Síðani tá hava tvey fullteknað skeið í íverksetan verið hildin. Um somu tíð hava slakir 30 íverksetarar higartil leitað sær ráðgeving í Íverksetarahúsinum.

Trý íverksetaranetverk eru eisini higartil virkin í húsinum. Fleiri verkætlanir fara væntandi í gond í næstum, og so skjótt sum hølini verða tøk, fara íverksetarar at kunna leiga høli í Íverksetarahúsinum.