Íverksetar eru framtíðin

Tað er av týdningi, at fólk hava hug at stovna egnu fyritøkur - íversektarar í dag eru fyritøkurnar í framtíðini

Tað er lívsins gongd, at vit endurnnýggja okkum og innan vinnuna eru íverksetar spírarnir, sum skulu mynda framtíðina. Tað er gott við nýggjum fólki, nýggjari vitan og nýggjum hugskotum, sigur Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum.
- Nýggj fólk síggja ofta møguleikar, har onnur ikki hava sæð teir. Tá tíðirnar eru góðar, síggjast nógvar nýggjar fyritøkur í Føroyum, so hugurin til virksemi er avgjørt til staðar.
- Føroyingar gera ikki so nógv av, teir fara bara í gongd. Summi sláa ígjøgnum, summi gera ikki, men tað er ikki ofta, at tey gera so nógv burturúr sær, sigur Marita Rasmussen.

Eldri minni váðafús
Arbeiði við at marknaðarføra tað, at gera sína egnu fyritøku, sum Íverksetarahúsið og vinnuframagrunnurin gera, er av týdningi, tí vit blíva eldri, tá vit koma út á arbeiðsmarknaðinum.
- Vit fáa betri útbúgvingar, og tað ger, at vit eru eldri, tá vit koma út á arbeiðsmarknaðin. Tað kann ávirka talið av íverksetarum, tí vit eru minni váðafús, tá vit gerast eldri, sigur Marita Rasmussen.
Fert tú undir eina fyritøku, so tekur tú eina risiko. Tú setur pengar í veg og tú setir framtíðar inntøkur í veg. Fíggjarligi ótryggleikin kann halda fólki aftur, sigur Marita Rasmussen. Av tí sama er talið av nýggjum fyritøkum ofta tengt at, um tíðirnar eru góðar. Um tíðirnar eru ringar, er tað eittsindur tregari við tí, sigur Martia Rasmussen.

Einaferð íversekti altíð íverkseti
Tað vísir seg tó, at fólk ofta byrja aftur um tey eru tvungin at gevast við einum hugskotið.
- Tað er so, at er tú einaferð íverkseti er tú altíð íverkseti. Summi fólk vilja gjarna stovna fyritøkir og fáa ting at ganga, men tá tað kemur til vitanartung økir, eitt nú innan KT og biotøkni, er tað trupult í Føroyum. Tað krevur ógvuliga nógv at fara í holt við tílíkar fyritøkur, og tað síggja vit ikki nógv til í Føroyum, sigur Marita Rasmussen.

Hugurin góður
Eisini millum íverksetarar ttykist ein sólglotti vera.
- Vit hava sæð, at fyritøkur eru blivnar burtur, og at tær, sum hava verið, hava sagt fólk úr starvi, men nú byrjar gongd at koma á aftur. Eg vildi mett, at hugurin er góður. Tað er eitt fyrtakssemi í fólkinum, sigur Marita Rasmussen.
Hon leggur dent á, at arbeiði hjá Vinnuframagrunninum og Íverksetarahúsinum hevur stóran týdning. Her kunnu fólk fáa ókeypis ráðgeving innan ymisk øki, um tey vilja byrja eina fyritøku. Eisini ringja nógv til Vinnuhúsið og biðja um ráð. Tá er tað av stórum stórum týdningi, at man gevur sær stundir at tosa við tey, og vísa teimum á teir møguleikar sum eru fyri ráðgeving, sigur Martia Rasmussen.