Verkfallið verður hert: Landssjúkrahúsið aftur rakt

Hósmorgunin má enn ein seingjadeild á Landssjúkrahúsinum steingja vegna verkfall

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar halda áfram at herða verkfallið, ið hevur vart í tíggju dagar nú. Fyri løtu síðan boðaði felagið frá, at tey hava handað Lønardeildini á Fíggjarmálaráðnum eina fráboðan um, at frá hósmorgni 16. november víðka tey verkfallið til eisini at galda sjúkrarøktarfrøðingar á B6.


Fylgjandi skriv er handað Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum:


- Vísandi til avtalu frá 1. juli 2014 millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar um fráboðanarform og fráboðanarfreist undan arbeiðssteðgi, verður hervið boða frá víðkaðum arbeiðssteðgi galdandi fyri:


- Allar sjúkrarøktarfrøðingar, ið arbeiða á B6 á Landssjúkrahúsinum.


- Galdandi frá hósmorgni 16. november 2017 kl 07:00.


Á Landssjúkrahúsinum eru í løtuni tvær seingjadeildir, ið eru fevndar av verkfallinum, meðan fimm virka sum vanligt. Seingjadeildirnar G4, ið er ein skurð seingjadeild, og B7, ið er apopleksi seingjadeild, eru raktar av verkfallinum, meðan A3, ið er ein skurð seingjadeild, B6, ið er ein medisinsk seingjadeild, B8, ið er ein hjarta- og lungadeild, B5, barnadeildin, og A2, føðideildin, enn virka sum vanligt. Frá hósmorgunin av verður B6 so eisini stongd vegna verkfall.


Tað eru tíggju dagar síðan, at samráðingarnar millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið slitnaðu, og felagið lýsti verkfall fyri allar narkosusjúkrarrøktarfrøðingar. Mánadagin í síðstu viku bleiv verkfallið víðkað til at fevna um leiðandi sjúkrarøktarfrøðingar á øllum trimum sjúkrahúsum, hósmorgun bleiv seingjadeildin B7 á Landssjúkrahúsinum stongd, og í morgun fóru sjúkrarøktarfrøðingarnar á seingjadeildini í Klaksvíkar sjúkrahúsi og G4 á Landssjúkrahúsinum í verkfall.