Verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum heldur fram. Tað er greitt eftir at semingsroyndin í gjár og í dag, eisini er endað úrslitaleyst.
– Partarnir eru so langt frá hvørjum øðrum, at vit fáa einki gjørt, sigur Terja Sigurðsson, semingsmaður.
Í gjár vóru partarnir annars á fundi við semingsmannin í eini roynd at finna eina semju. Ígjár varð einki semingsuppskot lagt fyri partarnar, men teir fingu nøkur modell heim við sær, sum teir kundu sova upp á og so skuldu partarnir møtast aftur nú eftir døgverða í dag.
Vónin var, at hetta kundi slóða fyri, at eitt semingsuppskot kundi verða lagt fyri partarnar í dag.
Men Terje Sigurðsson, semingsmaður, noyðist at viðurkenna, at hendan royndin bar heldur ikki á mál, tí partarnir eru so langt frá hvørjum øðrum, og teir vilja ikki geva seg so frægt, at tað ber til at finna eina semju.
Sostatt eru partarnir farnir hvør til sítt aftur, og verkfallið heldur fram.
– Partarnir eru so langt frá hvørjum øðrum, at tað er ikki grundarlag at leggja nakað semingsuppskot fyri partarnar, sigur Terje Sigurðsson. Og hann leggur afturat, at sum støðan er nú, fáa teir einki gjørt.