Verkfallið av

Oddagrein

Tað er at gleðast um, at verfallið er av fyri hesu ferð. Báðir partar hava boygt seg, og ikki kann sigast, at hetta er ein sigur fyri ein einstakan av hesum. Starvsmannafelagið fekk eina loysn uppá minni enn eitt prosent og Fíggjarmálaráðið góðtók eina loysn uppá eitt ár.

Tað var nær við, at Løgtingið legði uppí hetta verkfallið uppá ein heldur óhepnan máta. Tað er neyvan sæð fyrr, at eitt ávíst øki av einum sáttmála verðru lóggivið burturúr honum, og avleiðingarnar av einari slíkari avgerð kundu verið rættiliga óruddiligar fyri ikki at siga katastrofalar. tá hugsað verður um avleiðingarnar hetta kundi fingið fyri alt klimaiið á arbeiðsmarknaðinum í framtíðini. Skuldi verið lagt uppí vildi helst verið betur at lóggivið øll til arbeiðis aftur, um man endiliga skal lóggeva. Og tá at gjørt semingsuppskotið til lóg.

Verkfalsrætturin er rættiliga grundleggjandi og skal tí nýtast við ábyrgd. Vit hava fyrr sæð, at fakfeløg hava gjørt undantøk í verkføllum, so at til dømis landssjúkrahúsið hevur verið frítikið á ávísum økjum. Hetta eru dømi, har Føroya Arbeiðarafelag og onnur feløg hava víst stóra samfelagsábyrgd, og er tað alla æru vert.

At lógggevandi valdið leggur uppí eina arbeiðsósemju eigur bert at verða seinasti útvegur. Hesin útvegur eigur bert at verða valdur, um tað eru grundleggjandi tænastur, sum liggja stillar. Vit sóu tað fyri ikki so langari tíð síðani, tá landið lá í streymloysi. Tað ber ikki til, og tí má Løgtingið leggja uppí. Hugsið tykkum, um ambulansurnar, sløkkiliðsbilar og skaðastova lá still av verkfalli. Slíkt ber ikki til í einum framkomnum landi.

Um ein borgari fær eina skattarokning nakrar vikur fyrr ella seinni, ger helst lítlan mun, men um onkur ikki fær eina bráðfengis tænastu, so er galið.

Um fakfeløg ikki brúka verkfalsrættin við ábyrgd og niðurleggja tænastur, sum eru grundleggjandi bráðfengis samfelagstænastur, so eigur boðskapurin frá politikarum at verða, at tað verður lagt uppí polistiskt morgunin eftir. Hvat samfelag kann t.d. liggja í streymloysi ella mangla sjúkraflutning, fyri at taka nøkur ekstrem dømi. Svarið er sjálvandi einki, og tí mugu í hvussu so er allir teir fýra stóru flokkarnir melda út, at um bráðfeingis ella grundleggjandi tæanstur eru í vanda, so verður lagt uppí eitt verkfall. Hetta hevur søguligani víst seg at verið neyðugt einans í fáum førum, tí okkara fakfeløg sum oftast geva undantøk til slíkar bráðneyðugar tænastur. Í kjalarvørrinum á arbeiðssteðginum kundi verið spurt, um tað ikki hesum seinasta verkfallinum hevði tænt Starvsmannafelagnum væl, um tað hevði givið undantak til manningina á strandfaraskipum. Tað má verða eina grundleggjandi rættur hjá útjaðarnum at hava samband til miðstaðarøkið. Hetta er í hvussu so er nakað, man eigur at diskutera politiskt í kjalarvørrinum av hesum verkfallinum. Hinvegin ber eisini til at skilja fakfeløg, at verða gjørd ov nógv undantøk, so er verkfallsrætturin innanholaður og einki verdur.

Spurningurin er heilt einfalt, um samband hjá útjaðarnum skal flokkast í bráneyðugar tænastur, sum gera politiska uppíblanding í eitt verkfall neyðuga. Lat okkum fáa eina útmelding frá flokkunum oø. um hetta. So vita fakfeløgini eisini, havt tey hava at halda seg til í framtíðini. Men rós til Starvsmannafelagið og Landsstýrið, at tey loksins sóu álvaran og funnu eina neyðsemju.

Sosialurin