Í vár lá landið lamið í vikur, tí partarnir á arbeiðsmarknaðinum ikki kundu semjast í lønarsamráðingunum. Summi sóu helst Ingeborg tveitta fyri borð, og onnur stóðu stinnari enn nakrantíð.
Í Útvarpshøllini mánakvøldið varð kjakast um, hvussu stevið á arbeiðsmarknaðinum kann gerast betri, og ein av pallborðs-luttakarunum var Hermann Oskarsson, búskaparfrøð-ingur, sum staðiliga heitti á politiska myndugleikan um at halda fingrarnar vekk undir samráðingum. Eisini greiddi hann frá ymiskum orsøkum til, at vit hava havt ein heldur ófriðarligan arbeiðsmarknað seinastu ár-ini, hóast hann ikki vildi vera við, at føroysku viðurskiftini eru so nógv øðrvísi enn í grannalondum okkara.
Vit hava práta við Hermann Oskarsson um sjón-armið hansara, sum hann sigur eru hansara egnu, og ikki skulu tulkast sum úttalilsir frá hvørgan formanninum í Búskapar-ráð-num, ella frá stjóranum á Hagstovuni, sum eru ka-sjettarnir, hann ber í verk-liga lívinum.
Lønarsamráðingar ella meistaratelving
Hann greiðir frá, at lønin er týdningamesti prísurin í einum samfelag, og verður hon ásett á einum marknaði ella í einari skipan, har amboðini eru samráðingar, hóttanir, taktikkur, pengamakt, svik, útrokningar, propaganda og brutalitetur. Sostatt hava vit valt at lata báðar partar standa rímuliga frítt at keypa og selja, og at finna rætta prísin.
Lønin ikki orsøk til kreppu
Men er lønin farin av kós í hesi skipan? Tað heldur Hermann Oskarsson ikki, men vísur á gongdini seinastu fimmti árini.
- Uttan mun til um vit stundum hava havt drúgv og umfatandi verkføll, og aðrar tíðir sáttmálagerð við sáttligum samráðingum. Og uttan mun til, at stundum hava arbeiðsgevararnir havt buktina og báðar endarnar, og aðrar tíðir fakfeløgini meira slagkraft, so er úrslitið í dag, at lønin er ikki farin av kós, men at hon liggur á einum rættiliga smædnum støði. Smæðið í mun til lønirnar í granna-londunum og smæðið í mun til aðrar inntøkur í landinum, sigur hann.
Tí, sum hann sigur, "man må tage det sure med det søde", og partarnir, sum standa hvør yvir av øðrum undir lønarsamráðingunum, brúka tey evni, ta orku og ta makt teir eiga. Og tað einasta arbeiðarin kann gera, tá farið verður seinastu ferð frá samráðingarborðinum, er at fara í verkfall. Hetta er ein ófrávíkjuligur partur av teirri skipan, sum hesi seinastu fimmti árini hevur ført okkum higar, sum vit í dag standa.
- Og eingin kann við bara rímuliga reinari samvitsku siga, at arbeiðaralønin er orsøkin til nakra sum helst kreppu ella nakran strukturligan skeivleika í okkara pinkulítla samfelag, skoytir hann uppí.
Ikki nógv verkføll í Føroyum
Men hava vit ov nógv verkføll í Føroyum? Tað heldur Hermann Oskarsson ikki. Tí biður hann okkum steðga á og minnast til, at hendan skipan - lønarsamráðingar - hevur sína egnu søgu í hvørjum landi sær. Lønarsamráðingar eru samanlagt sera kompliseraðar, so at í einstøku londunum er tað so ymiskt, hvussu tøtt verkføllini eru. Í onkrum av grannalondunum hava tíðarskeið verið við afturvendandi aðalverkføllum, aðrar tíðir eingi aðalverkføll, men heldur smærri verkføll og blokad-ur, og uppaftur aðrar tíðir tá partarnir semjast betur og lønin verður funnin í sátt og semju, sigur Hermann, sum samstundis heldur, at tað sýnist sum okkurt er á vási her heima í løtuni.
Lønin lítið og einki vaksin
Og hetta kom ikki minst til sjóndar undir kjakinum í Útvarpshøllini mánakvøldið, har fleiri nevndu, at stevið, ella samstarvsandin um ein vil, ikki av tí besta í løtuni. Partarnir hava ilt við at práta saman millum samráðingarnar, og brotin lyfti, lítil virðing og misálit mynda í stóran mun samstarvið.
Og um títtleikan í verkføllum seinastu árini sigur Hermann Oskarsson, at hetta kann vera av ymsum áðum, har ein teirra er, at síðani einaferð seint í áttatiárunum er arbeiðaralønin vaksin lítið og einki í mun til bæði løn fyri sama arbeiði í grannalondunum, og í mun til aðrar inntøkur í Føroyum.
- Hetta kann hava elvt til, at tá nú gongd er komin á aftur, so halda arbeiðararnir, at teir eiga rætt til eina rættuliga stóra lønarhækking, meðan virkiseigararnir vilja halda fast við kappingarfyrimunirnar, teir hava fingið, sigur hann, og leggur afturat, at hetta eisini kann vera ein orsøk til, at vit eru komin í eina tíð við fleiri verkføllum enn frammanundan.
Løgtingið spilt spælið
Ein onnur orsøk kann, sambært Hermann Oskarsson, vera, at Løgtingið hevur spilt spælið við teimum uppíleggingum, sum verið hava, tá verkfall hevur verið. Partarnir fóru til samráðingar, tað slitnaði og verkfall varð lýst. Eitt semingsuppskot kemur á borðið undir verkfallinum, Løgtingið leggur uppí og ger semingsuppskotið - ella har á leið - til lógarfesta lønarhækking. Partarnir missa álitið á samráðingun-um, og báðir partar vilja heldur góðtaka Løgtingsins uppílegging heldur enn at verða drigin ov langt av hinum partinum í samráð-ingum. Á hendan hátt gerst Løgtingið ein partur av sáttmálasamráðingunum - og sleppur eftir øllum at døma ikki burtur úr spælinum aftur, greiðir hann frá.
Lønarmunur eisini orsøk
Ein annar møguleiki er, sambært Hermann Oskarsson, at tað er vinnuligi bygnaðurin og bygnaðurin á arbeiðsmarknaðinum, sum er orsøkin. Í arbeiðarafeløgunum eru fólk, sum arbeiða á flakavirki, og onnur sum arbeiða í byggivinnu. Sáttmálalønin er galdandi bæði annan og hin, men tað er rættiliga stórur munur á, hvat ið eitt byggivirki hevur ráð at gjalda í løn, og ta løn, sum eitt flakavirki hevur ráð at gjalda. Byggivirkið kann, serliga í hákonjunkturum, áseta ein prís fyri framleiðsluna, sum tekur hædd fyri lønarvøkstrinum og nakað væl afturat. Men tað kann flakavirkið ikki, tí tað er bundið til ein marknaðarprís í Europa, teir onga ávirkan hava á. Trýstið frá teimum, sum arbeiða í heimamarknaðarvinnum, er væl forstáðiligt, tí tey vita, at rúm er fyri lønarvøkstri, hóast flakavirkið ikki kann fylgja við.
- Og tí berjast arbeiðarafeløgini treiskliga fyri einari hægri løn, hóast arbeiðsgevararnir senda boð út um at so fara flakavirkini á heysin, sigur hann.
Sama arbeiði, men ymiska løn
Harumframt, sigur Hermann Oskarsson, gevur munurin millum nettoinntøkur av sama slag av arbeiði og útbúgving serdeilis ymiska løn - alt eftir um tú ert á sjónum ella á flakavirkinum. Tí heldur Hermann Oskarsson tað ikki vera so løgið, at maskinmeistarar hava verið "so ómøguligir" at fáast við, sum hann tekur til, tí at vera maskinmeistari hjá SEV ella á einum flakavirkið er ikki tað sama, sum at vera maskinmeistari á einum trolara. Serliga síðani 15% skattafrádrátturin kom í gildi fyri at vera á sjónum. At vera ófaklærdur á sjónum og í byggivinnu gevur sera ymiska løn.
Óskrivaðar reglur spennandi
Ein fjórða orsøk til at vit eru komin inn í eina tíð við fleiri verkføllum á arbeiðsmarknaðinum, heldur Hermann Oskarsson vera, at hetta er ikki eitt samfelagsøki, sum lættliga kann regulerast við skrivaðum reglum. Her galda í størri mun tær óskrivaðu reglurnar, sigur hann,
- Og tað er økið, regulerað við óskrivaðum reglum, sum er mest spennandi at eygleiða og helst eisini at liva í. Hetta maktspælið millum partarnar livir sítt egna lív, og er sera viðbrekið. Politisk uppílegging kann loysa trupulleikar beint í løtuni, men fáa skaðilig árin nógv ár framyvir. Búskapargongdin hevur sína ávirkan, tí hon gevur summum fyrimun fram um onnur. Útlitini um framtíðina ávirka báðar partar, so at tað ger teir stinnari ella linari í kongun-um. Einstaklingar spæla stórar leiklutir og sjálvt rákið í tíðini spælir sín leiklut, hugleiðir Hermann Oskarsson, sum samstundis slær fast, at verkføll koma fyri óansæð hvat. Uttan mun til um vit fáa ar-beiðsrætt ella meginsáttmálar og verkfallsrætturin verður valla tikin av.
Verkafólkið stendur saman
- Tí vit skulu minnast til, at vit tosa um eina stætt, sum ikki setur serliga fantastisk talentir til sølu á marknaðinum, men eina næstan standardvøru - nevniliga vanliga arbeiðskraft. Hon verður ikki seld á uppboði, har boðið verður ørliga um hana, men harafturímóti hava tey tikið seg saman, fyri at standa sterkari í søluarbeiðinum, sigur hann, og endar soleiðis:
- Talentfullir fótbóltsspælarar, akademikarar og multitalent kunnu spankulára einsamøll út á markn-aðin og bjóða seg fram til hægstbjóðandi. Tað kunnu verkafólk ikki, tí tekur tú ikki hendan, so tekur tú bara tann næsta, sum bjóðar seg fram fyri lægri prís.