Verkætlan við alduorku byrjað í Hanstholm

Í dag varð farið undir eina stóra verkætlan við alduorku í danska býnum Hanstholm. Ætlanin hevur fingið heitið Danish Wave Center, og gongst sum stigtakararnir ætlað, verður Hanstholm evropeiskur miðdepil á alduorkuøkinum um eini fimm til tíggju ár.

Britta Vang Mikkelsen, stjóri í havnarfelagnum í Hanstholm, sigur við danska kringvarpið, at verkætlanin fer at skapa nógv førleikakrevjandi arbeiðspláss í býnum, og hon væntar, at verkætlanin fer at seta Hanstholm á heimskortið.

Í fyrsta umfari skulu 40 milliónir krónur brúkast til ein bygning og ymsa tekniska útgerð.