Verkætlan um sálarsjúku

Nógvar áhugaverdar verkætlanir verða framførdar kring landið í skúlunum. Ein bólkur úr Venjingarskúlanum í Havn hevði um sálarligar sjúkur. Tey framførdu í morgun

Síðstu vikuna hevur 9. flokkur í Venjingarskúlanum havt framløgur av verkætlanunum, sum tey hava arbeitt við síðstu vikuna.
Bólkur 3 í 9.a, sum eru Helena Danielsen, Lilja Dahl og Jaspur Enghamar, hava havt evnið “kreppa”. Tey siga, at tey høvdu hóming av, at sálarfrøðiliga økið í Føroyum er í kreppu. Tí valdu tey at hava um sálarligar sjúkur og tabu.
Tá ið tú komst inn í rúmið, har ið framløgan var, kom roykur úr einari roykmaskinu. Har stóð eitt borð, sum var prýtt við sproytum og heilivági. Øll skuldu byrja við at taka ein tablett og drekka eitt glass við bláari vesku í. Hetta var einans bomm og sodavatn við farvu í. Hetta riggaði sera væl og fekk fólk í rætta huglagið.
Tey høvdu eina avbera góða framløgu, har tey nýttu og roykeffektir og powerpoin, sum varð varpað á veggin. Tey vóru í hvítum kitlum, og alt rúmið var prýtt soleiðis, at tað var líkt einari lukkaðari deild á einum sjúkrahúsi.
 
Manglandi kunning
Tey greiddu frá, at vit ikki hava nóg góða sálarfrøðiliga hjálp í Føroyum, men góða “óprofessionella” hjálp. Tá meina tey við hjálp frá vinum, lærarum og familju. Tey eftirlýsa kunning um evnið og hagtøl. Tey kenna, at tað er alt ov stríggið at fáa fakliga hjálp frá fólki, sum hava førleika at viðgera sálarliga sjúk fólk.
Aðrir næmingar vóru eisini til framløguna, sum var í kjallarinum í Venjingarskúlanum. Øll vóru væl nøgd eftir framløguna, og tey trý fingu nógv rósandi orð.
Lilja, Helena og Jaspur vóru einans hampuliga væl nøgd við framløguna.
- Tað kann diskuterast, sigur Helena, tá ið vit spyrja hana, hvussu gekst.- Vit hildu, at hetta evnið virkaði sera spennandi, og vit hava lært nógv hesa vikuna, sum vit hava arbeitt saman. Vit halda, at fólk vita ov lítið um sálarligar sjúkur. Tað verður ikki kunnað nóg mikið. Umstøðurnar hjá sjúklingunum eru heldur ikki nóg góðar, sigur Helena at enda.